Skipaeftirlitið hevur steðgað øllum bátunum, ið hava siglt um Lorvíksfjørð og hetta kann skjótt vera rís til egnu rumpu.
Tað hevur verið vanligt til allar tíðir at siglt fólk um Lorvíksfjørð. Nú skipaeftirlitið við hjálp av politinum hevur steðga teimum bátum, sum kanska eru frægast egnaðir at sigla um fjørðin, kann hetta skjótt elva til eina vanlukku í Lorvíksfirði, tí tað er klárt at menn nú fara at royna við maskinbátum og kanska fýramannaførum at føra vinfólk og familju um fjørðin.
Veðrið er ikki av tí besta í Lorvíksfirði í løtuni og tí er skjótt til, at menn, ið ikki annars eru kendir við siglingina kunnu koma illa fyri. Tað er óskiljandi at skipaeftirlitið júst nú skal vera so effektivt, tí vanligt er at sigla fólk um fjørðin, eisini tá ið Dúgvan siglir, til fótbóltsdystir, brúdleyp, jarðarferðir og annað, so vit kunnu valla annað enn tulka stigini hjá Skipaeftirlitinum, sum uppílegging ella stuðul til arbeiðssteðgin.




