Vatnið úr Norðoyatunnlinum kann gerast eitt gott ískoyti til útvegan av drekkivatni til Klaksvík. Men higartil hava royndirnar víst at ov nógv kemikaliir eru í vatninum.
Norðlýsið hevði frágreiðingar í síðstu viku um møguligt drekkivatn úr Norðoyatunnlinum, men higartil hava royndirnar, sum eru tiknar av vatninum víst, at hóast ongar bakteriur eru í, so er kemikaliunøgdin ov stór og ph-virðið hevur ligið um 10.
Menn hella mest til tær gitingar, at kemikaliini koma frá sjálvum arbeiðisplássinum og tí vera royndir framhaldandi tiknar. Borað er nú longur inn í veggin á tunnlinum fyri at koma sum longst burturfrá møguligum árinum frá tunnilsarbeiðinum at taka vatnroyndir.
Roknað verður vit at staðfestast kann um stutta tíð, um møguleiki er at fara víðari við øðrum kanningum av nógva vatninum, ið kann leiðast úr tunnlinum. Sagt hevur verið, at kann vatnið brúkast til drekkivatn, so er talan um eini 60-70 tons um tíman ella útivið fjórðingurin av øllum drekkivatni, sum ídag verður nýtt í Klaksvík.




