Fimm næmingar úr Tofta Skúla vóru ídag í Klaksvík og spurdu seg fyri um Klaksvíkar Skíðfelag.
Á myndini síggjast frá vinstru Sigrun, Maria, Elisabeth, winnie og Rósa. Tær ganga dagliga í Tofta Skúla og í strembanini eftir meira vitan, vitjaðu tær ídag í Klaksvík, her tær settu seg inn í viðurskiftini at standa á Skíð og um tað virksemið og týdningin sum Klaksvíkar Skíðfelag hevur havt.
Í tí sambandinum var Norðlýsið ein túr við teimum niðan undir Hálgadal og niðan á Háls og svaraðu spurningum.




