Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kanningarfólk til Fiskaaling

Hannefíða Joensen

Burðardygg menning av føroysku alivinnuni

Hevur tú hug at taka lut í fjølltáttaða virkseminum hjá Fiskaaling?

Fiskaaling er alment partafelag við fremsta endamáli at virka fyri burðardyggari menning av føroysku alivinnuni. Virksemi felagsins er fjøltáttað. Vit framleiða rogn til vinnuna, fremja vinnuvenda gransking og veita vinnuni tænastur.

Arbeiðsuppgávur

Fyrst og fremst at luttaka í toyminum av kanningarfólkið, ið ferðast kring landið hvønn dag og kanna støðuna viðvíkjandi lús og táknubroytingum á laksi. Kanna verður á skipaðan hátt sambært mannagongd, og úrslitini vera fráboðaði vinnuni so hvørt.

Kanningarnar eru m.a. liður í breiða stríðnum móti lús. Lúsin er ein avbjóðing í vinnuni í dag, og vitan um gongdina er ein fortreyt fyri átakinum at temja hesa náttúruavbjóðing.

Aðrar uppgávur, ið møguleiki er at royna seg innanfyri eru:

  •  Luttøka í fiskarøkt og rognaframleiðslu.
  •  Luttøka í granskingar- og menningararbeiði felagsins.

Førleikar:

  •  Tænastusinnað/ur og hug at arbeiða við fólki.
  •  Hevur praktiskt skil og dugir at leggja til rættis.
  •  Hevur áhuga at savna inn dáta og vitan.
  •  Hevur virðing fyri tagnarskyldu og trygd.

Tú verður løntur eftir avtalu og sveiggj kunnu verða í arbeiðstíðunum .

Útgreinað starvslýsing og umsóknarblað eru at finna á heimasíðu okkara www.fiskaaling.fo.

Umsóknir skulu sendast til heinih@fiskaaling.fo, og vera Fiskaaling í hendi týsdagin, 20. september 2016.

Spurningar um starvið kunnu setast Heina Hátún, tænastuleiðara, á tel. 774777, mail heinih@fiskaaling.fo. ella til høvuðsskrivstovuna á 474747

Fiskaaling P/f – við Áir – FO-430 Hvalvík – Faroe Islands
www.fiskaaling.fo – fiskaaling@fiskaaling.fo – Tel.: +298 474747 – Fax: +298 474747