Eins og onnur ár hevur Havstovan gjørt eina ætlan fyri kanningarnar hjá Magnusi Heinasyni fyri hetta árið. Talan er fyri tað mesta um afturvendandi túrar, sum verða gjørdar á sama hátt og um somu tíð á hvørjum ári.
Her kunnu nevnast 4 hydrografi túrar, har hiti, salt, føðslusølt o.a. verða kannað. 3 túrar verða gjørdir fyri at kanna umhvørvi og lívfrøði undir Føroyum, yngulkanningar/æti, biologisk oseanografi og fjarðakanning. 2 túrar verða gjørdir at kanna uppsjóvar tilfeingið, sild og svartkjaft, og so verður skip leigað at kanna makrel. Botnfiskur á Landgrunninum og á Føroyabanka verður kannaður á 6 sonevndum yvirlitstrolingum, og 1 túrur er ætlaður at kanna fisk á djúpum vatni. 1 vika er sett av til at merkja tosk, 2 vikur at kanna svartkalva, og so eru 3 túrar eyðmerktir trolroyndir, ið í 2015 serliga eru ætlaðir at kanna upsa.
Tá hvør túrur er liðugur, verður ein túrfrágreiðing skrivað og løgd út á heimasíðuna hjá Havstovuni.




