Kristina Samuelsen, sum løgtingið setti at kannað embætisførsluna hjá Føroya Løgmanni og landstýrismanninum í fiskivinnumálum, hevur sett hoyringsfreistina hjá Aksel V. Jóhannesen og Høgna Hoydal til 18. apríl og eftir ætlan verður niðurstøðan handa Løgtingsformanninum í flaggvikuni.
Kristina Samuelsen, kanningarstjóri, sigur at Føroya Løgmaður og Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, hava fingið hoyringsfreist til 18. apríl, at koma við viðmerkingum til niðurstøðuna.
– Advokatarnir hjá løgmanni og landstýrismanninum í fiskivinnumálum, hava boðað mær frá at teir ikki koma at biðja um longda hoyringsfreist og tí er ætlanin hjá mær at handað løgtingsformanninum frágreiðing mína í aðruviku. Men sjálvandi kann tíðarætlanin ávirkast av hvussu nógvar viðmerkingar koma til niðurstøðuna, sigur Kristina Samuelsen.



