Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kanningin hjá Hans Gammeltoft Hansen: Gev teimum eina átalu

Danial Viðoy

Hans Gammeltoft Hansen legði fram við støði í 7 punktum. Í tveimum av hesum punktum hava annaðhvørt Kaj Leo Holm Johannesen og Kári P. Højgaard borið seg skeivt at í tunnilsmálinum. Men í teimum írestandi 5 punktunum, hevur tað gingið fyri seg á rættan hátt.

Hans Gammeltoft Hansen legði fram við støði í 7 punktum. Í tveimum av hesum punktum hava annaðhvørt Kaj Leo Holm Johannesen og Kári P. Højgaard borið seg skeivt at í tunnilsmálinum. Men í teimum írestandi 5 punktunum, hevur tað gingið fyri seg á rættan hátt.

Í frágreiðingi frá Hans Gammeltoft Hansen, sigur hann soleiðis um tey tvey brotini:

At Kári P. Højgaard fortaldi ikki um eina nýggja útrokning frá Landsverki, eftir ein fyrispurning frá Akseli V. Johannesen og Høgna Hoydal. Ein landstýrismaður hevur ikki loyvið at halda upplýsingum aftur, sum kunnu ávirka málið. Her er ábyrgd landsstýrismanna brotin.

Løgmansins leiklutur í sambandi við brakefee. Hann hevur reelt inngingið í avtaluna. Tað hevur hann heimild til, men hann segði fyri løgtinginum, at hann ikki hevði nakað við avtaluna at gera. Hann gav við hesum skeivar upplýsingar til løgtingið. Men kanningarstjórin metir ikki, at brotið er av stórum týdningi.

Niðurstøðan hjá Hans Gammeltoft Hansen er greið:

Hans Gammeltoft Hansen metir, at nokk er við einum kritiskum úttalilsi til báðar høvuðspersónarnar. Tvs. at geva fyrrverandi landsstýrismanninum og núverandi løgmanni eina nøs, ella átalu. Ein átala er nokk, sigur Hans Gammeltoft Hansen, tí avleiðingarnar hava ikki verið nakað stórvegis.

Hann vísti á, at tað hava verið danskir ministarar, í líknandi málum, sum hava fingið nøs.

Men Hans Gammeltoft Hansen leggur samstundis doyin á, at hetta ikki er nakar dómur, men bert ein frágreiðing. Hvat avleiðingin verður, er upp til løgtingið.