Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kanska fór lívið avstað við mær

Oliver Joensen

Tað sigur Hanus G. Johansen millum annað, nú vit settu honum stevnu at tosa eitt sindur um barnaárini. Hanus fekk heiðursgávu Nólsoyar Páll á nýggjárinum, eitt nýtt átak, sum Klaksvíkar Komuna hevur sett á stovn, har ætlanin er at heiðra mentanarfólkum í kommununi á hvørjum ári.

Tað sigur Hanus G. Johansen millum annað, nú vit settu honum stevnu at tosa eitt sindur um barnaárini. Hanus fekk heiðursgávu Nólsoyar Páll á nýggjárinum, eitt nýtt átak, sum Klaksvíkar Komuna hevur sett á stovn, har ætlanin er at heiðra mentanarfólkum í kommununi á hvørjum ári.


Eg eri føddur og uppvaksin á Vágsheygnum í Klaksvík, og har var gott at vera smádrongur. Mamma mín Anna C. C.  Gjærdum varð ættað av Strondum og pápi var sonur Óla hjá Gretu á Vágsheygnum og langabbi mín var Gøtujóhann. Vit vóru fýra systkin, Óli var elstur , føddur í 40, síðani Fía systur, fødd í 44, Andrias (Dia) føddur í 46 og so eg aftastur føddur í 50.

Tað er eitt sindur torført hjá mær at skilja ímillum tíðina áðrenn eg fór í skúla og skúlaárini, kanska tí mær dámdi skúlatíðina væl, og satt at siga dugdi eg væl í skúlanum.

Tolin mamma

Eg var tætt knýttur at mammu míni og tí dámdi mær eisini sera væl at vera inni og hava vinmenn við mær inn til okkara at spæla. Stovuborði hjá okkum plagdi eisini at vera spælipláss. Eg havi ofta hugsa um, hvussu tolin mamma var við okkum. Vit plagdu spæla við smábilar á stoviborðinum, har vit gjørdu vegir við klemmum, eisini átti eg nøkur vøkur hús, sum mostir mín á Strondum hevði gjørt mær, tað var partur av stovuborðsbýnum eg og Magni (Guðjónsson) evnaðu okkum til. Hesin býurin við koyribreytum og húsum stóð á stovuborðinum í dagar, soleiðis at hvørjaferð vit komu aftur úr skúla, stóð alt, sum vit høvdu sett tað dagin fyri, so vit kundu bara halda áfram við spælinum.

Eisini minnist eg at eg og Vensil (Guðjónsson) plagdu at spæla nóg við ”lítli menn”, sum vit kallaðu tað, tað vóru smáir cowboyarar og indianarar, sum vit settu upp móti hvør øðrum og við hvørt skutu vit so við klemubyrsum eftir hvør øðrum. Tað vóru smáar byrsur vit gjørdu burturúr toyklemmum, sum kundu skjóta við maiskornum og við hvørt við svávulpinnum.

Nógv børn á Vágsheygnum

Úti troyttu vit onnur spøl. Í túninum hjá okkum spældu vit krokk og saman við hinum børnunum har á leið var mangt á skránni á Vágsheygnum, umframt krógva blunda heysa flagg, kombitten og langbólt, var eisini knívaspæl, lakka paradís, spæla við pennum, høsnarringum, ikki mindst spældu vit nógv cowboy, fektaðust og skutu við pílabyrsum og boga og píli. Vit høvdu ongar trupulleikar at finna uppá. Eg minnist at eg spældi nógv við Óla og Símun, systkinabørnini sum búðu við Karlsá, eisini plagdu genturnar Petrina, Jensa og fleiri onnur har á leið vera uppií. Nógv børn vóru á Vágsheygnum tá og tí var ongantíð nakar trupulleiki at finna onkran at spæla við.

Vit systkinini spældu eisini nógv inni. Kortini vóru nógv á borðinum. Óli bróður dámdi væl at telva, so tað gjørdu vit eisini nógv við, annars var ludo og Matador saman við øðrum innispølum nógv brúkt inni hjá okkum.

Høvdu seyð og eina hálva kúgv

Eg minnist onki til at pápi luttók nakað serligt í spæli við okkum børnini. Tá hann spældi kort, so var tað saman við vaksnum og tá var tað bridge, sum var á skránni. Pápi mín og eg vóru annars nógv saman, hann hevði meg nógv við sær í bønum og í kirkjugarðinum, har hann var gravari. Ofta bleiv eg sendur við kaffi til hansara, og tá gekk eg har og mól, hugdi meg um og kendi hvørja grøv. Tá kirkjugarðurin skuldi sláast um summarið, tá var eg ofta uppi í.

Vi høvdu seyð og eina hálva kúgv saman við farbróðir Jógvani. Til stuttleika kann eg nevna at grasið frá kirkjugarðinum, tað vildu teir gomlu ikki brúka. Tá sláast skuldi í kirkjugarðinum, plagdu teir at passa tað so, at vindurin lá út eftir Borðoyarvík. So bleiv alt grasið koyrt niðan á Flesjar og útav kajuni har uppi. Tá kundi man síggja stór lastbilalæs fara spakuliga siglandi við vindinum út eftir Víkini.

Var góður í skúlanum

mSum eg segði, so gekk væl hjá mær í skúlanum. Mær dámdi sera væl at lesa og í rokning lá ræði fyri. Eg minnist at eg møtti Michael Matras einaferð nógv ár aftaná at eg var farin úr skúlanum. Tá segði hann mær at hann hevði rætta eina roynd, um tað var ein landsroynd ella ein roynd fyri skúlan í Klaksvík, tað minnist eg ikki, men hann segði at eg var tann einasti, sum hevði øll roknistykkini røtt

Men alt broyttist tá eg misti mammu í 63

Mamma doyr 12. Juni í 1963, beint áðrenn eg fylli 13 ár, hon hevði sclerosu og gjørdist meira og meira lamin. Eg haldi at sjúka hennara byrjaði um tað tíðina eg fór í skúla. Upp undir endan bar tað henni ikki til at fara út, hon sat fyri tað mesta á torvkassanum við komfýrin, og tá eitthvørt skuldi gerast, tá togaði hon seg upp gekk  framvið inni í køkinum, og gjørdi tað sum skuldi gerast.

Mamma var simpulthen ótrúlig í sjúku síni, hon vildi ongantíð hava hjálp, hon kókaði døgurða, vaskaði klæði og stríddist við sjúku sína.

Telefonin ringdi

Á vári í 63 fór hon til viðgerðar á Skodsborg, sum tá var eitt heilsusentur í Danmark. Eg minnist at eg var umborð, antin hevur tað verið Dronning Alexandrina, sum tá sigldi ella eisini Tjaldrið, at siga farvæl, tá mamma fór til Danmarkar. Tað var tað seinasta eg sá til mammu mína.

Eitt kvøldið, eg og pápi vóru inni, ringir telefonin. Eg skilti beinanvegin á pápa, at okkurt var sum tað ikki átti at vera. Liðugur at tosa biður hann meg fara inn til Sigfred Línhegg, sum var nærmasti granni og giftur fastir mínari, at biðja hann koma inn til sín. Síðani skuldi eg fara oman á Ullebar eftir systir míni Fíu, tað var á Ullebar at ungdómar hittust um kvøldarnar, at fáa hana at koma niðan til okkara.

Eg skilti tó ikki tá hvat var áfatt, men tá vit komu niðan aftur, fingu vit at vita, at mamma okkara var deyð.

Var borin út úr gomlu kirkjuni

Eg haldi at eg eri farin eitt sindur í svart tá, tí tað einast eg minnist um tað var, at eg og Fía lógu á divanuni og grótu.

Tað gekk so rúm tíð til líkið kom heim. Tað liggur enn fast í minninum, at ein av berarunum, segði:  ”Áje, sum hetta er tungt”. Tung hevur kistan helst verið tí líkið inni í trækistuni hevur verið í eini jarnkistu, men tað visti eg onki um tá.

Mamma fór til gravar úr gomlu kirkjuni, hon var tann seinasta, sum bleiv borin út úr gomlu trækirkjuni á Ziskatrøð. Framgangsmátin var sum í gomlum døgum hon bleiv borin runt um kirkjuna, eg haldi tríggjar ferðir, áðrenn fari var út í Grøv.

Mamma er uppií teim fyrstu, sum eru jarðað úti í Grøv, eg minnist at har vóru bert nakrar fáar gravir har úti, tá hon varð grivin.

Dansaði við Súnu á Uppsølum

Eg minnist ikki so nógv til hvat hendir aftaná – í veruleikanum minnist eg onki frá árunum frá tí at mamma doyr, til eg fari úr skúlanum. Eg veit bara, at eg byrjaði at ganga nógv úti. Var úti um næturnar, byrjaði at drekka, gjørdist smákriminellur og gjørdi fortreð og ónáðir ymsastaðni.

Man kan siga, at eg skifti ham. Frammanundan hevði eg verið væl fyri í skúlanum og millum javnaldrar, men nú broyttist alt. Heimið fór at kalla í upploysing. Pápi dugdi illa at takla nýggju umstøðurnar.

Men eg hevði Fíu systir, henni hevði eg hingið meira ella minni uppií líka frá ti eg var um átta ára aldur, hon var seks ár eldri eldri enn eg. Lívi gekk tó víðari og Fía lurtaði nógv eftir Radio Luxemburg. Eg byrjaði tíðliga at ganga í dans saman við Fíu, og vinkonurnar hjá henni lærdu meg at dansa, Hildigunn og Magnhild vóru tvær av teimum, men eg minnist at tað var ógvuliga stuttligt at dansa við Súni á Uppsølum, tí hon var so løtt og dugdi so væl at dansa.

Konufólk, royking og ein lítlan

Men lat meg nú ikki gloyma vinmenninar frá barnaárunum, flennir Hanus og sær hugsunarsamur út.

Teir nærmastu vóru Vensil, Heini Hjá Mourits, Maggi, Jaspur Svøðstein og ikki at gloyma Mortan Justesen. Mortan var altíð so áhugaður í djórum, vit báðir plagdu at fanga síl, seta lokk eftir skurum og eisini var tað Mortan, sum fekk meg at byrja at ganga á bókasavnið. Eg minnist at vit vóru nógv á bókasavninum og lósu romanir og annan lættan lestnað. Og so dugdi Mortan so ótrúliga væl at siga frá. Hann fann uppá søgur at forelja okkum dreingjum, og vit sótu sum á nálum og lurtaðu, hetta var alt sovorði, sum hann fann uppá sjálvur. Eg havi ofta sagt tað við hann seinni, at tað var spell at hann ikki bleiv rithøvundur so ótrúliga væl megnaði hann at fanga okkum í frásagnum sínum.

Maggi, Jaspur Svøðstein og eg vit hildu nógv saman, eisini aftaná at vit fóru úr skúlanum og stund um stund, vóru vit komnir somikið fyri okkum, at tá var tað bilar, konufólk, royking og at smakka okkum á, sum tað snúði seg um.

Tá í tíðini ráddi tað um hjá dreingjum at finna sær okkurt arbeiði. Hugurin hjá mær til skúlan hevði fingið eitt ordiligt skot fyri bógvin, so eg vildi bara úr skúlanum. Tíðliga havi eg vilja sloppi til sjós, tí eg minnist, at eg ætlaði mær við Karin K, helst tí at Vensil fór við, men pápi segði nei. 

Arbeiddi við kirkjugarðin Úti í Grøv

Beint áðrenn sjeyndi flokkur var liðugur, rýmdi eg úr skúlanum, og stutt eftir tað fóru eg við Tjaldrinum sum uppvaskari, saman við vinmonnunum Maggi og Jaspur. Tað var ferðamannaskipið Tjaldrið sjálvandi, og har var ball umborð. Men vit vóru so ungir, bara 14 ára gamlir, so vit sluppu ikki at keypa øl ella tað sum sterkari var. Vit vóru tó uppvaskarar, og tað kom meira enn nóg mikið av øli og sterkum inn til okkar, tí tað vóru minni enn so øll, sum drukku gløsini tóm, so vit fingu onkrar hugnaløtur fyri okkum sjálvar, treyðugt so. Men tað bleiv bara til tann eina túrin við Tjaldinum.

Heimafturkomin arbeiddi eg við kirkjugarðin úti í Grøv. Eg gekk til handar hjá góðum monnum og snøggum grótarbeiðarum. Enn ídag undrist eg á snøgga arbeiði teir gjørdu við kirkjugarðin úti í Grøv. Menninir vóru Jákup Matras, ella Jákup úti á Oyri, sum hann vanliga var róptur,Jens Pauli Joensen, vanliga nevndur Boy, papi mín, Hans Jákup, Henry Ziska og Urbanus í Gerðum, kanska onkur annar var eisini. Mær dámdi sera væl at ganga teimum til handar.

Fyrsta tímalønta arbeiði, sum eg havi havt, fekk eg tá eg varð settur at mála tað lítla portrið á Kirkjugarðinum. Kirkjugarðurin var so stuttur tá, at tað stóra portri, longur suðuri var ikki til tá.

Eg var eisini uppií arbeiðinum við Nólsoyar Páls Gøtu, tá vegurin har skuldi stoypast, vit stoyptu fortovskanntin og vegarennuna, sum blivu stoypt i einum og síðani stoyptu menn koyribreytuna aftaná.

Á Snørisvirkinum

Eitt tað besta tímalønta arbeiði eg havi havt, tað haldi eg var á Snørisvirkinum hjá Sámali Thorsteinsson. Sámal og Kristina (Killa) vóru so ótrúliga góð við meg, og tað passaði mær fínt at ganga og ansa eftir teim ymisku maskinunum á virkinum. Hetta var ein góð tíð hjá mær. Eg veit ikki rættuliga hvussu leingi eg var har, helst nakrar mánaðar. Eg minnist bara hvussu væl mær dámdi at arbeiða har.

Til skips

Tað sum nú hendir er, at Pætur Franklin Sørensen kemur arbeiða á Snørisvirkinum eisini, her sum eg og vinmaðurin Jaspur Svøðstein arbeiða frammanundan. Tað ber ikki mætari á, enn at Pætur Franklin fær ein kjans við Polarfarinum at fara á sildaveiðu norðanfyri, og hann ger ikki vandari enn at biðja okkum báðar Jaspur um at koma við á sild.

Eg var onki spentur uppá tað, tí sum sagt, so dámdi mær væl arbeiði her. Men Jaspur var spentur, so eg helt at eg skuldi eisini siga ja. So gingu nakrir dagar, nú ringir Oliver Thomsen, skiparin á Polarfarinum til mín, og biður meg um at koma umborð, at flyta bátin. Skipið hevði helst ligið á Stongunum og skuldi flytast yvirum, ella øvuðgt.

Við Polarfarinum

Tá eg sum 15 ára gamalur stóð uppi á bakkanum á Polarfarinum og skuldi geva endan í land, tá minnist eg at eg føldi meg sum ein rættan mann, bara eg Pætur Franklin, Oliver og Torvald Thomsen beiggi Oliver fluttu skipið, Jú, tá føldi eg at eg hevði týdning, nú var eg ein rættur maður.

Við somu kendslu fór eg beina leið niðan til Jaspur og kunngjørdi stoltur fyri honum, at nú hevði eg verið umborð, og sjálvur skiparin hevði ringt eftir mær. Tá sigur hann, at hann kom als ikki við, hann hevði lovað seg við Norðingi, tað var eitt guðstoyðs skuffisli hjá mær. Nei,sum eg var skuffaður. Eg vitsti ikki míni livandi ráð. Eg hevði hug at loypa frá, serliga tí mær dámdi so væl á Snørisvirkinum. Men eg helt tó, at nú var eg so langt inni í hesum, at nú mátti eg bara fylgja við. Restina av søguni umborð minnist tú Oliver, tí tú var sjálvur við abba tínum umborð á Polarfarinu hendan túrin..

Um lívið

Vit fara at enda her. Eg og Hanus høvdu avrátt at skriva eitt sindur um barnaárini hjá Hanusi á Vágsheygnum, tí tónleikaligu síðuna er longu sagt nógv um og tað er onkur annar betur til at viðgerða.

Men ímeðan vit sita og skulu finna ein enda á hesum prátinum, hugleiðir Hanus eitt lítið sindur um lívið.

Eg má siga at í veruleikanum havi eg ikki havt nakra miðvísa ætlan við lívinum hjá mær, eg havi livað sum vindurin blæsir, kanska kann man siga, at lívið er farið avstað við mær. Sum hjá nógvum hevur tað verið upp og niður. Satt at siga, so veit eg ikki hví eg eri endaður har sum eg eri ídag, eg haldi at tað er tann blanka tilvild. 

Men eg eri nøgdur við lívið, eg havi tað gott, havi avbjóðingar, sum skulu loysast, men tað er vælsagtans ikki annað enn, sum hjá so mongum øðrum, sigur Hanus G. Johansen at enda.

Oliver Joensen