Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kapping um at skriva útvarpsleik

Helgi Abrahamsen

Í sambandi við at tað í dag eru liðin 60 ár síðani, at útvarpið í Kringvarpi Føroya fór at senda, lýsir Kringvarpið við kapping um at skriva handrit til føroyskan útvarpsleik.

Í sambandi við at tað í dag eru liðin 60 ár síðani, at útvarpið í Kringvarpi Føroya fór at senda, lýsir Kringvarpið við kapping um at skriva handrit til føroyskan útvarpsleik.

“Útvarpsleikir eru aftur vorðnir sera vælumtóktir í londunum rundan um okkum og seinnu árini eru fleiri kendar sjónvarpsrøðir gjørdar til útvarpsleik,” sigur Kringvarpið í tíðindaskrivi.

Skulu lýsa okkara samtíð

Handritini skulu verða soleiðis, at tey sum liðug útvarpssending geva lurtarum góðar søgur og upplivingar, sum eisini lýsa umstøður og kenslur í okkara samtíð. Harafturat skal leikritið hugsast sum ljóðmynd, sum stuðlar uppundir huglagi í leikinum.

Endamálið við kappingini er at stuðla uppundir, at nýggir útvarpsleikir verða gjørdir og at fáa til vega nýggj handrit at brúka í Kringvarpi Føroya.

Virðisløn á 25.000 krónur

Latin verður ein virðisløn á 25.000 krónur til vinnandi handritið. Onnur virðisløn er 10.000 krónur. Vinnandi útvarpsleikurin verður sendur í Kringvarpi Føroya. Harumframt verður eisini eitt úrval av innkomnu handritinum sent í Kringvarpinum.

Treytir

Dentur verður lagdur á, at handritið til nýggjan føroyskan útvarpsleik endurspeglar nútíðarsamfelagið. Handritið skal vera til leik, sum varar umleið 30 minuttir í útvarpi. Hetta svarar vanliga til 12-15 síður. Leikararnir skulu vera í minsta lagi tveir og í mesta lagi átta í tali. Handritið, sum skal verða klárt hjá teknisku framleiðslu útvarpsins at seta í verk, skal vera skrivað á føroyskum máli. Dómsnevndin hevur rætt til ikki at lata virðislønina, heldur hon tey innkomnu handritini ikki verða virðislønarverd.

Dómsnevnd

Til at viðgera tey innsendu handritini er ein dómsnevnd sett. Í nevndini eru Jenny Petersen, Bergur D. Hansen, Elin á Rógvu og Páll Danielsen.

Freist

Handritið til nýggjan føroyskan útvarpsleik skal latast dulnevnt við frámerki. Saman við handritinum skal latast inn afturlatin brævbjálvi við sama frámerki uttan og við navnaseðli í, sum sigur, hvør ið hevur skrivað. Handritið skal vera latið inn í seinasta lagi hin 20. apríl 2017.