Harley

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kappingarárið endar

Oliver Joensen

Seinasta umfar í hondbóltskappingin verður hetta vikuskifti. Í dag leika kvinnurnar hjá Stjørnuni á heimavølli ímóti VÍF/Tjaldur

Kappingarárið endar

Seinasta umfar í hondbóltskappingin verður hetta vikuskifti. Í dag leika kvinnurnar hjá Stjørnuni á heimavølli ímóti VÍF/Tjaldur

Kappingarárið hevur ikki hilnast væl hjá stjørnunukvinnunum. Tey flestu minnast hvussu tað gekk í steypakappingini, tá Stjørnan í einum sera spennandi dysti suðuri í Vági móti VB stóð til at koma í finaluna, men alíkavæl og heilt óskiljandi mistu á stokkinum í evstu løtu.

Í landskappingini hevur heldur ikki gingið væl, og líkamikið hvat úrslitið í dystinum í dag ímóti VÍF/Tjaldur verður, so enda tær, so annars sigursvandu stjørnukvinnurnar, á aftasta plássi. Dysturin hevur sum so ongan týdning fyri hvørki av liðunum, onki lið flytur niður, men tað kann verða gott at enda kappingarárið við einum sigri. Dysturin byrjar kl. 15:00.