Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kappingarárið hjá United avgjørt í kvøld

Danial Viðoy

Champions League: Manchester United skal spæla seinnu fjórðingsfinaluna ímóti Bayern München í Týsklandi í kvøld. Fyrri dysturin endaði við javnleiki 1-1. Teir úr Bayern eru sum vera mann favorittar, men tó eru hagtøl, sum benda á ein United-sigur.

Champions League: Manchester United skal spæla seinnu fjórðingsfinaluna ímóti Bayern München í Týsklandi í kvøld. Fyrri dysturin endaði við javnleiki 1-1. Teir úr Bayern eru sum vera mann favorittar, men tó eru hagtøl, sum benda á ein United-sigur.

United venjarin David Moyes hevur verið úti í miðlunum í dag og sagt, at hetta er størsta uppgávan, hann nakrantíð hevur havt sum venjari. Og tað er eisini nakað um tað.

Manchester hevur í ár havt eitt tað vánaligasta kappingarárið í Premier League í nýggjari tíð. Nú tað resta fimm umfør, liggur United á sjeynda plássi við 57 stigum, 7 stig upp til Arsenal á fjórða plássi. – So tað verður sera trupult at fáa atgongumerki til Champions League í gjøgnum heimligu kappingina. Einasti møguleikin til luttøku í størstu evropeisku kappingini fyri lið hjá United er at vinna Champions League.

Bayern München verður mett sum tað sterkasta liðið í Evropa fyri tíðina. Teir eru longu týskir meistarar og hava higartil verið sannførandi í Champions League. Men síðani teir vórðu klaktir týskir meistarar hava teir ikki vunnið í trimum dystum. Um vikuskiftið taptu teir 1-0 ímóti Augsburg, sum er fyrsta tap í ’Bundesliga’ síðani oktober 2012. Hetta var eisini fyrstu ferð í 60 dystir at Bayern ikki hevur megnað at skorað.

Hagtølini millum hesi liðini vísa, at dystirnir eru sera tættir. Fyri fýra árum síðani, vórðu eisini fjórðingsfinalur millum hesi bæði lið og tá fall United við regluni um útivallamál. Og hvør minnist ikki finaluna í 1999, tá ið Manchester vann 2-1 við báðum málunum í yvirtíðini?

Og eitt áhugavert hagtal afturat. Bastian Schweinsteiger varð útvístur í fyrru fjórðingsfinaluni og verður tískil ikki við í kvøld. – Tey seinastu trý tapini hjá Bayern í Champions League hava verið tá ið Schweinsteiger ikki hevur verið í byrjunaruppstillingini.