Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kappingarnar meira áhugaverdar

Oliver Joensen

Fyri at gera tað enn meira spennandi at kappast á Føroya Sjómannadegi, hava fyrireikararnir skipa fyri vinningum.

Higartil hevur tað bert verið egnikappingin, ið hevur givið vinnaranum nakað meira enn heiðurstekin, men hetta verður nú broytt.
Fyrireikararnir skipa júst nú fyri, at útvega so nógvar vinningar til hinar kappingarnar sum gjørligt. Eitt nú vera flogferðir og annað gott at vinna hjá teimum, sum meldað seg til onkra av stuttligu og áhugaverdu kappingunum á Føroya Sjómannadegi.

Veðrið

Sjómannadagurin hevur ímorgun verið í samband við klaksvíkingin Alex Rasmussen á DMI. Alex sigur okkum, at vit kunnu vænta gott veður fríggjakvøldið og leygardagin.