Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kappingarnevndin hevur onki mál í KÍ sakini

Oliver Joensen

Um so er at Kappingarnevndin ger ein úrskurð sum fær fylgjur fyri Klaksvíkar Ítróttarfelag viðvíkjandi Fram-dystinum, so kann arbeiðsbyrðan hjá nevndini skjótt økjast.

Í grein 38 í kappingarlógini stendur nevniliga, at kærur um óreglusemi skulu boðast frá í seinasta lagið tveir dagar eftir at brotið er framt. Men tað stendur eisini í lógini, at Kappingarnevndin kann taka mál upp av sínum eintingum, men her skal Kappingarnevndin helst vera varin, tí um so er at hon bert tekur KÍ og B36 upp úr rúgvuni, so kann hetta helst í ringasta lagi tulkast sum forfylging og tí kann hugsast at krav vera sett nevndini um kontrollfunktión í hesum sambandi og tað er neyvan ein ynskilig støða.