Jákup Martin Joensen er formaður í kappingarnevndini. Hann sigur, at kappingin hjá 1.deild kvinnum í fótbólti verður løgd av nýggjum í vikuni.
Jákup Martin Joensen er formaður í kappingarnevndini. Hannsigur, at kappingin verður løgd av nýggjum í vikuni.
Norðlýsið skrivaði fyrr í kvøld, at kappingin í bestukvinnudeildini verður broytt í mun til kappingina, ið nú liggur á fsf.fo ogfaroesoccer. Nú váttar formaðurin í kappingarnevndini yvirfyri Norðlýsinum, atso verður.
– – Kappingin var løgd fyri eini tíð síðani. Tá vartað við púra tilvildarligum lutakasti. Men síðani kom ein klaga frá einumfelag, ið víst bleiv á, at tað var ikki rætt, at topp liðini skuldu spæla einútidyst fleiri enn hini. Hetta bleiv so hugt uppá og tað vísti seg at allirpartar vóru samdir um, at tað rætta skuldi verið, at tey ovastu liðini finguein heimadyst eyka. Síðani er kappingin løgd av nýggjum og eins og vanligt erpúra tilvildarligt, hvør fær tveir heimadystir móti hvørjum. Enn erkappingin ikki endalig, men vóna vit at fáa kappingina endaliga út í hesivikuni, sigur Jákup Martin Joensen við Norðlýsið.




