Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kappingin um løgmanssteypið kann enda í kaos

John William Joensen

Í kappingarreglunum fyri fótbólt hava føroysku feløgini bundi seg til at "har kappingarreglurnar ikki strekja til eru FIFA reglur galdandi", og tí viðurkennur FSF ikki ítróttardómstólin

Formaðurin í ítrótardómstólinum hjá FSF, Anja Hovgaard, sigur við Norðlýsið at ítróttardómstólurin fer ikki at viðgera HB klæðuna fyrr enn fyrst í julimánaða.
– Talan er um eitt prinsippmál, og tí skal nevndin vera fullmanað, og nú summarferian er hevur verið trupult at savna nevndina. Tí fara vit ikki at viðgera HB klæðuna fyrr enn fyrst í julimánaðan. Eg kundi hugsað mær at hetta verður umleið 10.juli, sigur formaðurin fyri ítróttardómstólin.

Kappingarnevndin fund í dag
Á fundi í dag fer kappingarnevndin at áseta næstu leikdagarnir í kappingini um løgmanssteypið og eftir ætlan vera teir í juni mánaða.
Sum Norðlýsið skilir so kemur eitt tíðindaskriv frá kappingarnevndini seinri í dag har næstu leikumførini vera ásett so finalan kann spælast eftir ætlan á Ólavsøku.
Eisini fer nevndin vantandi at vísa á samtykt har FSF ger greitt at tað er bundi av altjðóða (FIFA) reglum har tað ikki er heimilað FSF at lata onnur uttan fyri fótbóltsheimin at avgreiða fótbóltsligar avgerðir.

Kaos
Spurningurin er so havt hendir um ítróttardómstólurin skuldi givið HB viðhald í málinum um leikaraloyvini, eftir at semifinalurnar (uttan HB) eru leiktar.
Mest sannlíkt er at hendan avgerðin hjá ítróttardómstólinum hevði onga avleiðing fingið tí FSF viðurkennir ikki dómstólin og tí fara kappingarnar at halda fram sum um einki var hent.
Men eitt er vist at øsing verður so ella so um málið og tí er stórur vandi fyri at kappingin um løgmanssteypið endar í kaos.
Sjálvandi hevur kappingarnevndin ein lítlan møguleika at finna annan leikdag, soleiðis at semifinalurnar ikki vera leiktar eftir at ítróttardómstólurin hevur tikið avgerð í málinum, men so hevði kappingarnevndin eisini viðurkent dómstólin.
 
Meira seinri í dag!