Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kappróðrarbátur koppaði á startinum

Jákup Ósá

Manningin fær kreppuhjálp.

Kappróðurin í Sørvági fekk eina óhepna byrjan. Tí undan róðrinum há 6-mannaførum masters, so koppaði báturin Sjóherji. Hetta hendi, tá teir strammaði startin upp, so hesin kom inná Sjóherja, sum koppaði. Øll manningin endaði í havinum, men tíbetur komu allar á manningini aftur umborð á bát, so at eingin vanlukka hendi.

Máldómarin segði við KVF, at manningin bleiv sigld inná málið, har hon fekk kreppuhjálp. Hesin róðurin er avlýstur, men annars byrjar restin av kappróðurin ein tíma  seinni, so fyrsti róður verður kl. 16.20.