Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kappróðrarveðrið á Varmakeldu

Hanus Kjølbro

Í morgun hevur regnað um alt landið. Tað fyrsta regnið í nógvar dagar. Tað er eitt samanrunnið brúgvalag, sum er komið sunnaneftir.

Brúgvalagið er á veg norðurum, og tað sæst á regn-radaranum, at í skrivandi løtu (klokkan 11) er slitið í í Suðuroy og Sandoy, og so við og við gevst at regna norðanfyri eisini. Klokkan 13 ella 14 er turt kring alt landið.

Tá ið kappróður er á Varmakeldu í Fuglafirði í dag, fer at vera eitt lítið lot, undir 5 m/s, av Pollinum og inneftir. Sólin fer neyvan at síggjast, men tað er turt.

Hitin fer at liggja um 12 stig.