Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kappróður á Jóansøku: Sundabáturin vann á Tvørabátinum

Norðlýsið ÍTROTTUR

Eftir ein sera spennandi róður, har teir fylgdust so at siga stavn um stavn allar 1500 metrarnar, vann Sundabáturin á Tvørabátinum í 6-mannafarsróðrinum hjá monnum.

Norðdepils-/Hvannasunds Róðrarfelag er sanniliga ikki fyri ongum í føroyskum kappróðri.

Leygardagin vunnu menninir umborð á Sundabátinum 6-mannafarsróðurin á Tvøroyri, har harðasti kappingarneytin var báturin, sum hevði heimasjógvn, nevniliga Tvørabáturin.

Tað var ein næstan óvanliga javnur dystur teirra millum, ið var so harður, at hini 6-mannaførini so við og við dragnaðu frá teimum, meðan hendan jarnharða duellin millum suður og norð helt fram.

Og tað gjørdust garparnir hiðani úr Norðoyggjum, ið áttu tær betru kreftirnar, tí tá endaspurturin varð settur inn av álvara, stakk Sundabáturin seg fram um tvøramenninar, sum hóast hollan stuðul frá heimaáskoðarunum ikki høvdu nóg nógvar kreftir eftir til at fylgja við norðingunum.

Úrslitið gjørdist hetta:

1. Sundabáturin 07:25.07
2. Tvørabáturin 07:26.16
3. Strálan 07:30.01
4. Sølmundur 07:34.16
5. Jarnbardur 07:38.04
6. Lómur 07:43.19
7. Riddarin 07:48.01
8. Rádni 07:49.13

Við hesum úrslitinum er FM-støðn nú henda:
1. Sundabáturin 19 (1 gult kort)
2. Tvørabáturin 16
3. Strálan 13
4. Jarnbardur 8
5. Sølmundur 5
6. Lómur 3
7. Riddarin 2
8. Smyril 0
9. Rádni 0 

Flott Sundabáturin!!
Flott NHR !!!

Koyrið á !!!