Í dag verður næstseinasti FM-kappróðurin í ár.
Av bátum úr Norðoyggjum, so kunnu genturnar á Fípuni Føgru og menninir á Páll Fanga taka einn eit fet móti FM. Báðir bátarnir hava vunnið allar róðrarnar. Nevnast kann, at Páll Fangi fekk gult kort seinast og hevur nú tvey gul kort. Tískil hann hann ikki fáa eitt gult kort afturat, tí fær hann trý, so fær hann einki stig ta stevnuna.
Hjá 10-mannaførum er munurin millum Klaksvíking og Norðing minkaður seinastu stevnurnar. Tað er tí lagt upp til sera spennandi kapping báðar FM-róðrarnar, ið eru eftir. Klaksvíkingur er sera væl fyri í kappingini um at vinna FM, tí hann klárar seg við tveimum 2. plássum.
Kappróðurin í Sørvági byrjar kl. 15.00.



