Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kappróður: Sundabáturin vann í Sundalagnum

Norðlýsið ÍTROTTUR

Heimasíðan hjá NHR skrivar, at Sundabáturin í ár fyri fystu ferð vann gull í FM-róðri í Hósvík, og báturin hevur tí fult stigatal eftir tveir FM-róðrar.

www.nhr.fo skrivar, at Tvørabáturin startaði væl og legði seg hálva bátslongd framum og helt skansan fyrru helvt av teininum.

Men so tók Sundabáturin, við nøkrum góðum tøkum, seg framum næstan í einum og helt síðan Tvørabátinum aftan fyri seg restina av teininum.

Úrslitið á Sundalagsstevnu var hetta:

1. Sundabáturin       07:50.04
2. Tvørabáturin        07:51.11
3. Gongurólvur        07:58.14
4. Riddarin               07:59.21
5. Rádni                   08:06.10
6. Lómur                  08:10.06
7. Jarnbardur           08:25.00
8. Víkingur               08:30.00

Støðan í FM-kappingini hjá 6-mannaførunum við monnum:

1. Sundabáturin    14 stig
2. Tvørabáturin     12 stig
3. Riddarin              9 stig
4. Gongurólvur       9 stig
5. Lómur                 5 stig
6. Rádni                  5 stig
7. Jarnbardur          2 stig