Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Karakterir til NSÍ leikararnir

Jákup Ósá

Karakter geving: (1-10) Tað vóru ikki teir høgukarakterirnir til NSÍ leikararnar, tá teir fingu bank í Norðragøtufríggjakvøldið.

András Gango

Kann ikki lastast fyri Víkinga málini.Men útspørkini eru fleiri ferðir vánalig og málverjin megnarikki at stýra verjupartinum á nøktandi hátt. Onkrar góðarbjargingar telja upp.

Karakter: 6

Jónhard Frederiksberg

Byrjar sera væl og er einasti NSÍleikari, sum stendur royndina fyrstu løtuna. Men so dalar avrikiðnógv og bakkurin fótar sær ongantíð rættuliga aftur. Tá NSÍskal leggja trýst á, so er Jónhard heldur ikki nóg aktivur.

Karakter: 5

Jens Joensen

Hevur sæð betri dagar í NSÍverjuni. Vinnur nakrar nærdystir í fyrra hálvleiki, men tá hannfær bóltin, so kemur næstan ikki fyri, at hann spælir einviðleikara. Er tann NSÍ leikarin, sum í fyrra hálvleiki ger flestmistøk. Í seinna hálvleiki fækkast mistøkini, men samanumtikiðspælir Jens ein vánaligan dyst.

Karakter: 3

Einar Tróndargjógv

Einar er ikki vanur við at spæla ímiðverjuni og til tíðir síggja vit tað. Avrikið er ikki serligasannførandi og mistøkini eru ov mong gjøgnum dystin. Er ov langt frá Finni í 1-0 og 2-0 málinum. Spælir seinasta hálvatíman á vinstra bakki. Vinnur nakrar nær dystir og luttekur hampuligt í spælinum frameftir, sum telir eitt sindur upp.

Karakter: 3

Monrad H. Jacobsen

Monrad fekk sítt gjøgnumbrot í KÍ í2011, tá hann ofta spældi væl. Men í NSÍ hevur hann havt trupultvið at livað upp til tað kappingarárið. Men sigast skal, at hannvið at spæla á vinstra bakkinum sum høgra beintur hevur truplarumstøður. Monrad kom illa frá hesi uppgávuni bæði í álopsstøðuog verjustøðu. Bleiv útskiftur eftir ein góðan tíma.

Karakter: 3

Haraldur Højgaard

NSÍ miðvøllurin tapti dystin fyriNSÍ. Og har hevði Haraldur sera trupult við at sláa ígjøgnummóti meira royndu og sterku Víkinga leikarunum. Er heppin at sleppaat spæla í 85 minuttir, tí hann gevur NSÍ liðnum alt ov lítiðí hesum trupla dystinum. Fær stórar møguleikar, har hann skjýtur langt við síðuna av.

Karakter: 3

Magnus H. Olsen

Magnus eigur eisini sín part avábyrgdini av, at NSÍ tapir miðvøllin, tá dysturin blívuravgjørdur. Men hann dettur ikki heilt burtur í dystinum og er viðí fleiri av álopunum, sum NSÍ gjøgnum dystin skapti. Hevur fleiriskot á mál, men neyvleikin manglar.

Karakter: 5

Jann Martin Mortensen

Er púra burtur í dystinum í stórumpørtum av dystinum. Stríðir seg inn í dystin, men tað blívurongantíð serliga sannførandi. Tað hjálpir ikki stórvegis, athann blívur fluttur millum ymisk pláss.

Karakter: 4

Andy Olsen

Byrjar á høgra vongi har hannongantíð kemur inn í dystin. Spælir bara fyrsta hálva tímanáðrenn hann verður tikin út. Hendan hálva tíman tekur hannnærum ikki eina rætta avgerð og útskiftingin kann verjast, tíNSÍ fekk eisini betri tak á dystinum eftir útskiftingina. Tó erufleiri leikarar, sum spæla eins illa fyrsta hálva tíman, men sumfingu tíð til at spæla seg upp, sum Andy ikki fekk.

Karakter: 2

Árni Frederiksberg

Árni er tann framrættaði NSÍleikarin, sum í fyrra hálvleiki bæði ger flest mistøk, men sumeisini er við í tí jaliga hjá NSÍ. Gongdin heldur fram í seinnahálvleiki. Tykist leggja meira vilja í dystin enn teir flestu avliðfeløgunum, men endaliga úrslitið er sjáldan gott hendandystin.

Karakter: 5

Klæmint A. Olsen

Hevur sera truplar umstøður gjøgnumallan dystin, tí NSÍ liðið aftanfyri hann hevði so trupult viðat fáa takið á dystinum. Tykist væl fyri til bóltarnar, sum hannfær at arbeiða við, men kemur ongantíð í støður, sum hannynskir sær. Hugburðurin er góður gjøgnum allan dystin.

Karakter: 5

Sjúrður Olsen

Kemur inn fyri Andy Olsen eftir hálvantíma og spælir á verjukenda miðvøllinum. Tað kemur hann eftirumstøðunum hampuligt frá og kanska serliga í mun tilliðfelagarnar. NSÍ er betri við, tá Sjúrður er á vøllinum ogvið bóltinum er hann sum oftast skilagóður. Men NSÍ miðvøllurinblívur onkrar løtur runnin niður – eisini seinasta tíman.

Karakter: 5

Per Langaard

Spælir seinasta hálva tíman ímiðverjuni. Kemur ikki væl frá uppgávuni og er leikarin, summissir bóltin, tá Víkingur fer í móttálop og skorar til 3-0.

Karakter: 3

Meinhard E. Olsen spældi ov lítiðtil at fáa karakter.

Karakterirnir vera givnir soleiðis:

10: Heimsklassa avrik

9: Framúrskarandi avrik

8: Gott avrik

7: Yvir miðal avrik

6: Miðal avrik

5: Undir miðal avrik

4: Toluligt avrik

3: Vánaligt avrik

2: Sera vánaligt avrik

1: Pínligt avrik

Hagtøl Víkingur-NSÍ

Skot á mál: 5-9 (1-0 í fyrrahálvleiki)

Skot viðsíðuna av málinum: 11-8(8-3 í fyrra hálvleiki)

Hornaspørk: 9-9 (5-3 í fyrrahálvleiki)