Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kári á Høvdanum fær debut í Effodeildini

Jákup Ósá

Kári á Høvdanum skal fyri fyrstu ferð døma dyst í bestu mansdeildini leygardagin, tá KÍ og Skála bresta saman í Klaksvík.

Kári á Høvdanum skal fyri fyrstu ferð døma dyst í bestu mansdeildini leygardagin, tá KÍ og Skála bresta saman í Klaksvík.

Tað er ikki á hvørjum degi, at vit síggja nýggjan dómara í Effodeildini. Teir flestu av teimum núverandi hava dømt í bestu deildini í fleiri ár. Men komandi umfar fáa vit eina ”debut” í Effodeildini á hesum økinum. Tí Kári á Høvdanum skal døma dystin í Klaksvík millum KÍ og Skála. Tað verður eisini ein heilt serligur dystur, tí í dómaratoyminum hendan dagin vera tað tvær ferðir faðir og sonur.

– Eg havi dømt ein stórsteypadyst áður, men hetta er fyrsta royndin í Effodeildini. Pápi mín Jóannes Mikkelsen verður annar av linjuverjunum. Hin linjuverjin verður Jan á Líðarenda og dómara eygleiðari verður pápi hansara Niclas á Líðarenda, meðan Petur Reinert verður 4. dómari. So tað er eitt sindur serligt, men eg og pápi mín hava ofta dømt saman í øðrum deildum, sigur Kári á Høvdanum.

Hann sigur, at tað verður serligt at fáa sín elddóp í júst Klaksvík.

– Ja tað verður eitt sindur serligt. Tí eg havi altíð verið nógv í Klaksvík. Eg havi svomið har og havi nógva familju har, sigur hann.


Vil hava spælið koyrandi

Kári á Høvdanum lýsir seg sjálvan soleiðis sum dómara:

– Ja tað er kanska trupult at lýsa seg sjálvan. Men mítt mál er at stýra dystinum á besta hátt og ikki skapa trupulleikar. Eg ynski at hava spælið koyrandi og ikki hava so nógvar steðgir. Og so skal eg royna at lesa spælið væl av, sigur Kári á Høvdanum at enda.

KÍ og Skála spæla í Klaksvík leygardagin kl. 15.00.

Harleyfacadeacryl