Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kári loysti uppgávuna væl

Jákup Ósá

Tað heldur dómaraleiðarin í FSF Lassin Isaksen.

Tað heldur dómaraleiðarin í FSF Lassin Isaksen.

Kári á Høvdanum dømdi mikukvøldið sín fyrsta dyst í Effodeildini. Og har var lítið at fýlast at, tí dysturin koyrdi allan vegin uttan at dómarin nakrantíð kom í brennidepilin. Kári segði undan dystinum, at hann sá seg sum ein dómara, sum vildi hava spælið koyrandi og ikki við so nógvum steðgum. Og tað var hetta, sum áskoðararnir eisini sóu. Bert eitt gul kort bleiv givið, og leikararnir tóktust trívast væl við linjuni.


Lassin væl nøgdur

Tað eru nøkur ár síðani, at ein nýggjur dómari kom uppí Effodeildina, so hetta var nakað serligt. Lassin Isaksen er dómaraleiðari í FSF og hann helt, at Kári kom væl frá uppgávuni.

– Hetta var ein spennandi uppgáva hjá honum. Hann hevur arbeitt hart fyri hesum, og so var tað eisini stuttligt, at hann kundi døma við pápa hansara sum linjuverja. Leikararnir og áskoðararnir gjørdu tað ikki trupult fyri hann og dysturin bleiv leiktur í einum góðum ítróttaranda. Kári gjørdi ikki uppgávuna trupla fyri seg sjálvan, og eg haldi, at hann loysti uppgávuna væl, sigur Lassin Isaksen.

Lassin sigur, at tá talan er um nýggjar dómarar, so velja teir passandi dystir til hesar.

– Vit fara ikki at seta ein nýggjan dómara til ein dyst, sum frammanundan vænta verður trupul at døma. Vit meta altíð um, hvørjir dystir eru truplir og hvørjir kanska lættari. Men tað er ikki altíð, at vit raka rætt. Men hesaferð raktu vit rætt, sigur Lassin Isaksen.


Tilgongdin

Lassin sigur, at talan er um eina longri tilgongd hjá dómarum, áðrenn teir sleppa at døma í bestu deildini.

– Tá teir hava tikið dómaraprógv, so vita vit ikki, um teir vera dómarar ella hjálpardómarar. Síðani fylgja vit við teimum, har eitt nú eygleiðingar eru partur av hesum. Teir vera vegleiddir og skulu klára fysisku testina. Tá teir koma í Effodeildina ella nærkast tí, so skulu teir taka c, b og a skeið afturat, sigur Lassin Isaksen. Hann sigur víðari, at í Effodeildini er støðan góð viðvíkjandi dómarum og at hesir sum heild hava staðið seg væl hetta kappingarárið.