”Tað var ein long og drúgv leið, men dreymurin gjørdist til veruleika.” Tað segði Kári P. Højgaard, løgtings- og fyrrverandi landsstýrismaður, tá Norðlýsið hitti hann í sambandi við at fyrsta skotið til Eysturoyartunnilin var latið av.
”Tað var ein long og drúgv leið, men dreymurin gjørdist til veruleika.” Tað segði Kári P. Højgaard, løgtings- og fyrrverandi landsstýrismaður, tá Norðlýsið hitti hann í sambandi við at fyrsta skotið til Eysturoyartunnilin var latið av.
”Fyrst var ætlanin at tunnilin skuldi vera almennur, men tað var ikki undirtøka fyri tí,” sigur Kári.
”Framstandandi politikarar søgdu, at tað kom ikki uppá tal, so leingi sum teir sótu, at tað bleiv ein almenn íløga,” sigur hann. Tí var farið undir at arbeiða við eini privatari loysn.
”Men tá avtala var gjørd við tað privata felagið, tá var tað ein so góð forrætning, at tað hevði landið ikki ráð til at lata verða við,” sigur Kári. Tað endaði tí við, at tað bleiv ein almenn ætlan, sum Sandoyartunnilin eisini var ein partur av.
”Eg haldi, at tá verkætlanin nú er blivin til veruleika fyri ein rímiligan kostnað, so er tað nakað, sum vit kunnu fegnast um,” sigur Kári P. Højgaard.
Tað er eitt sum eg angri
Ætlanin við tunlinum kostaði Kára sessin í landsstýrinum og tí spurdu vit hann, um tað var nakað, sum hann angraði.
”Ja,” sigur Kári og flennur.
”Tað einasta sum eg angri, tað var tað, at eg ikki legði hasa fantastisku útrokningina hjá Landsverki við, hvar ið teir høvdu broytt 800 mió. til millum 1,6 og tríggjar milliardir. Tað var tann lítla nøsin, ið eg fekk fyri mín leiklut, so tað er tað einasta, sum eg angri,” sigur hann.
Samanumtikið væl nøgdur
Hóast tilgongdin hevur verið eftir einum kronglutum vegi, og ikki minst Kári P. Højgaard hevur følt sviðan av hesi ætlanini, so er hann samanumtikið væl nøgdur, nú arbeiðið fer í gongd.
”Nú verkætlanin er veruleiki og hon er fíggjað, so haldi eg, at hon er í ordan,” sigur hann. Kortini so hevur hann nøkur orð at siga um fíggingina.
”Vit verða noydd at síggja í eyguni, at vit hava 4 undirsjóvartunlar um ikki so langa tíð, og eg dugi ikki at síggja nakra aðra loysn, um vit skulu koma til Suðuroyar, enn at vit leggja allar tunlarnar í eitt felag, og at vit hava eitt samhaldsfesti viðvíkjandi prísinum, soleiðis at vit hava ein lutfalsliga lágan prís at koyra,” sigur hann.
Kári sær fyri sær eina skipan, har tey sum koyra ígjøgnum fleiri tunlar innanfyri eitt ávíst tíðarskeið, bara rinda tað eina gjaldið.
”Um tunlarnir skulu verða brúktir optimalt, so er tað einasta gongda leiðin,” sigur hann.




