Fríggjadagin 3. desember kl. 16.00, letur upp ein nýggj framsýning í Leikalund við listaverkum eftir Kára Svensson.
Kári Svensson er føddur í 1954 og longu sum tannáringur hevði hann sína fyrstu framsýning. Síðan hevur hann ferðast víða hvar við sínum framsýningum. Hann hevur sýnt fram í Norðurlondum, Baltisku londunum, Hollandi og so fjarskotin støð sum Singapore og New York hevur Kári eisini vitjað við síni list.
Kári Svensson var farin um tey tredivu áðrenn hann av álvara fór at mála. Myndaevni er í stórsta mun náttúran og náttúruupplivingar, men eisini bygdir og fólk eru at síggja. Stílurin er abstrakt ekspressionalisma.
Myndirnar hjá Kára Svensson broytast alla tíðina. Listarmaðurin leitar og søkir og finnur støðugt nýggjar leiðir, sjálvt um myndaevnið er hitt sama. Seinnu árini hava vit sæð nógvar stórar monumentalar myndir har dentur hevur verið lagdur á abstraktar litsamansetingar. Hesar verða eins og egin litlandsløg har tú kanst vitja og fáa egnar upplivingar.
Kári Svensson er í dag vorðin ein av teimum heilt kendur føroysku málarunum og hann er eisini sera virkin listarmaður. Við á framsýningini í Leikalund eru fleiri nýggir oljumálningar.
Gunnvá við Keldu, komandi býráðslimur letur framsýningina upp og limir frá Klaksvíkar Musikkskúla spæla nøkur løg til ferniseringina.




