Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Karl Johansen, løgreglumaður um tilbúgving í Norðoya Sýslu

John William Joensen

Eg vil takka Norðoya Bjargingarfelag fyri at teir hava tiki seg saman til at seta ljóskastaran á hetta sera tídningarmikla evnið, sum í seinna enda kann gavna okkum øll, segði Karl Johansen í røðu síni

Tilbúgving (ætlan) fyri Norðoya Sýslu
Tá talan er um bjarging og tilbúgving so kemst ikki uttanum, at samarbeiði, álit  og samskipan er alt avgerandi fyri yvirhøvur at kunna hava eina álítandi tilbúgving, soleiðis at neyðug hjálp kann veitast til ymiskar vandastøður.
Tá tosað verður um tilbúgving so kann ein seta sær spurningin, hvat tilbúgving og tilbúgvingarætlan í veruleikanum er fyri nakað.
Sambært føroysku orðabókini merkir orðið tilbúgving: Fyrireiking ella tað at vera til reiðar við hjálp og útbúnaði um vanlukka skuldi borist á.
Tað sigur seg sjálvt, at ein tilbúgvingarætlan ella tilbúgving sostatt gerst sera umfatandi. Tað snýr seg í høvuðsheitinum um at vera til reiðar til allar hugsandi uppgávur í samband við bjarging.
Vit hava professionella hjálp, sum til eina og hvørja tíð standa tilbúgvin tá hjálp krevst. Her hugsi eg um Sjúkrahúsverki, sløkkiliðið, Tyrludeildina, Vaktar og Bjargingar-tænastuna og aðrar stovnar.
Hetta eru fólk, sum í teirra arbeiði altíð eru til reiðar tá boð eru eftir teimum. Tosað vit um tilbúgving í smb. við tær mest vanligu vanlukkurnar, so sum ferðsluvanlukkur, eldskaðar og hjálp á stjónum, so er lætt og skjótt at fáa hendur á neyðugari hjálp. Tað kemur tíverri eisini fyri, at tann professionella hjálpin ikki røkkur og tað kann gerast neyðugt við eyka hjálp. Her er tað at næstrakærleikin kemur í myndina. Tað vísir seg nevniliga, at tá tørvur er á eykahjálp í smb. við vanlukkur ella bjarging, so trítur ikki at fáa hendur á allari neyðugari frívilligari hjálp. Sum tað fyrsta í smb. við hesa eykahjálp er Bjargingarfelagið ein ógvuliga neyðugur felagsskapur. 

Politi:
Her er bert at staðfesta, at uppgávan hjá politinum er m.a: samskipan, leiðsla og kanning. Hjá politinum í Klaksvík eru listar við nøvnum og telefonnummørum hjá øllum áhugapørtum til skjals, soleiðis at hesir kunnu tilkallast i eini vandastøðu. Hetta liggur meginparturin inni á teldu soleiðis at alarmcentralurin 112 hevur atgongd til somu nøvn og telefonnummur.

Sjúkrahús/læknar:
Klaksvíkin hevur sum øllum kunnugt eitt vælútgjørt sjúkrahús við eini eins væl útgjørdari sjúkraflutningstænastu. Sjúkraflutningstænastan hjá Klaksvíkar sjúkrahúsi fevnir um tríggjar sjúkrabilar við plássið til fimm børður og eisini ein bil við plássi til ein koyristól og fimm sitipláss. Harafturat koma 8 starvsfólk, sum allir hava lokið prógv sum Hetta umfatar t.d. krampafyri-byrging, andaneyðs trupulleikar, ígongdsetan av hjarta, elektriskt sjokk, dropleggjan og eisini medisingevan.
Tá tað kemur til arbeiði hjá portørunum á sjúkrabilunum, so virkar tað soleiðis, at tann elsti portørurin i starvi er virkandi sjúkrabilaleiðari. Hann skal geva eina nágreiniliga frágreiðing um vanlukkustaðið til Klaksvíkar sjúkrahús og skal leiða tað medisinska arbeiði til lækni kemur á skaðastaðið. Klaksvíkar sjúkrahús hevur sína inanhýsis tilbúgving og útfrá frágreiðing frá vanlukkustaðnum kann sjúkrahúsi síðan seta neyðug tiltøk í verk. Undir Klaksvíkar sjúkrahúsi virkar eitt lið av fólkum, sum í dagligari talu kallast Sjúkraliðið koma vit til seinni.

Sløkkiliið:
Klaksvíkar sløkkilið var sett á stovn av Klaksvíkar Kommunu í 1950. Sløkkiliið heldur til á brandstøðini, sum liggur væl fyri mitt í býnum. Tað eru 16 mans tilknýttir sløkkiliðnum í Klaksvík og sløkkiliið í Klaksvík ber orð fyri at vera eitt tað skjótasta og effektivasta sløkkilið í Føroyum.
Umframt at sløkkja eld er sløkkiliið eisini útgørt við froskmannaútgerð til vanlukkur á sjónum, klippiútgerð til ferðsluvanlukkur og pumpur til t.d. at lensa bátar og annað við.
Sløkkiliið eigur 7 akfør, men 2 av teimum eru pensioneraði og standa í dag í varveitslu hjá Føroya Ellisakførum. Ein tangabilur verður gørdur klárur og tað arbeiði gongur kanska spækuliga men væl. Hetta er ein bilur, sum rúmar 15 tons av vatni og er certifikatgóðkendur til flytan av feskum vatni. Ein mercedes sum er útgjørdur til sløkking við há og lágtrýst, umframt er bilurin útgjørdur við klippiamboðum til ferðsluvanlukkur. Ein patrol jeepur, sum altíð hevur froskmannaútgerð standandi klára í samband við vanlukkur á sjónum. Ein VW frá ár 200, sum er útgørdur við motorpumpum – dykk pumpum – el aggregati og annar allari skormskaðaútgerð so sum el-borimaskinur, el sagir o.a., herundir sjálvandi sløkkiútgerð. Nýggjasti bilur hjá sløkkiliðnum er frá desembur 2002 og er ein sera vælútgørdur bilur við 2200 litrum av vatni, bæði há og lágtrýst, skúmútleggjan av nýggjasta slag. 4 Composit roykkavarafløskur og hópin av nýggjum góðum amboðum. Í hesum bilinum er eisini , sum er eitt hitasøkjandi tól, sum sløkkiliið fekk til gávus frá Norðoya sparikassa. 

Bjargingartyrlur: 
Í samband við bjarging, leiting og annað er tyrlurnar bæði hjá Atlantic Airways og FRK sera hentar og eg skal ikki koma inn á hetta her, tí tað liggur omanfyri mína vitan, men øll ið hava áhuga fyri hesum eru vælkomin at seta spurningar til tyrluleiðaran Hanas Erik Jacobsen, sum er staddur her í kvøld. Eisini er møguleiki at fara útum og síggja tyrluna aftaná tiltaki her í høllini.

Norðoya Bjargingarfelag:
Bjargingarfelagið er eitt áhugafelag við hópin av fólki, sum við áhuga fyri bjarging og bjargingartiltøkum nýta teirra frítíð til hetta arbeiði. Norðoya Bjargingarfelag er elsta bjargingarfelag í Føroyum og er við tíðini vorið eitt sera vælútgjørt felag. Felagið hevur nýliga fingið sær hendur á ein gamlan brúktan bil, sum við nógvum kønum hondum er settur í stand. Bilurin er ætlaður at standa klárur við vanligari útgerð til bjarging og annað, har boð eru eftir bjargingarfelagnum. Eisini eru vit í tí heldugu støðu, at Norðoya Bjargingarfelag hevur eitt ávíst tætt tilknýti til trygdarmiðstøðina, sum hevur nakað av útgerð. Hesa útgerð kann Bjargingarfelagið nýta tá brúk er fyri tí. Her verður serliga hugsa um ein skjóttgangandi bát, sum altíð stendur tilbúgvin at fara við. Tað hevur hent seg, at MRCC, sum er sjóbjargingarstøðin, hevur sett seg beinleiðis í samband við Norðoya Bjargingarfelag, tá tørvur hevur verið á skjótari hjálp. Her er okkurt dømi úm skjóta hjálp uttarliga á Borðoyarvík. Undir bjargingarfelagnum eru skrásettir ein rúgva av persónum, sum kunnu boðsendast tá tørvur er á bjargingarfelagnum. Her verður hugsa um leiting á sjógvi og landi. Bjargafólk, bátar, ross, froskmenn og annað. Norðoya Bjargingarfelag hevur avtalu við rossafelagi í Klaksvík og við froskmannafelagi, sum hvør á sín hátt seta sína hjálp tøka.

Reyði krossur:
Tá vanlukkur henda ella tá eitthvørt er áfatt sum rakar kenslurnar hjá fólki er meira vanligt í dag enn fyrr við Sálarligari 1. Hjálp. Vit vita øll, at ein vanlukka rakar kenslurnar hjá okkum og at tað ikki verður tosað so nógv um tað, kanska tí vit vita ov lítið. Reyði krossur hevur skeið í sálarligari 1. Hjálp og undirvísari er Helena Pætursdóttir. Endamáli við skeiðnum er, at vit skulu læra at taka hond um hvønn annan tá ið vit verða rakt av persónligum vanlukkum.
Sálarlig 1. Hjálp er tann stuðul, sum øll menniskju kunnu geva sínum medmenniskjum, tá ið lívsumstøðurnar gerast hættisligar. Hugtøk sum trauma, stress og kreppur verða gjøgnumgingin. Skeiði umfatar eisini, hvussu vit kunnu hjálpa fólkunum, sum hava hjálpt til í vanlukkum.
Skeiði tekur 8 tímar og tað er bæði fyri einstaklingar, stovnar og fyritøkur. Meira fæst at vita um skeiði frá Helenu.

Sjúkraliðið:
Tá eg fyrr í kvøld tosaði um Klaksvíkar Sjúkrahús nevndi eg eitt lið av fólkum, sum eru tilknýtt tilbúgvingini á Klaksvíkar sjúkrahúsið. Hetta liðið kallast . Hetta eru fólk, sum dagliga starvast innan heilsuverkið og onnur, sum hava gjøgnumgingi víðkaða 1. Hjálparskeið. Hesi fólk kunnu metast í sama bólki sum limirnir í bjargingarfelagnum, tí hetta er somuleiðis ein áhugabólkur, við fólki, sum vilja brúka sína vitan til at hjálpa tá á stendur. Sum dømi kunnu vit nevna eina heilt stóra vanlukku við nógvum skøddum fólkum, har raðfestast skal á staðnum, hvat hjálp hvør hevur brúk fyri. Tá er tað, at eitt uppsamlingsstað skal skipast á staðnum, har fólk frá sjúkraliðnum koma at meta um í hvørjari raðfylgju tey skøddu skulu flytast burtur.

Samskipan.
Fyri at geva eina mynd av, hvussu mannagongdin er í smb. við tiltøk, har brúk er fyri hjálp, í smb. við bjarging ella vanlukkur. So er politiið tann mynduleiki, sum hevur ábyrgdina av at uppgávan verður loyst á besta hátt.
Vit kunnu t.d. taka eina fráboðan sum kemur inn til 112. Politiið hevur ábyrgdina av at øll neyðug hjálp verður send til staðið. Høvuðsuppgávan er at bjarga mannalívi. Politiið fer eisini á staðið og á staðnum verður beinavegin tikin støða til í samráð við leiðandi portør og sløkkiliðsleiðara, um nóg mikið av hjálp er á staðnum til at loysa uppgávuna. Er brúk fyri meira hjálp, so er tað uppgávan hjá politinum at fáa hendur á hesi hjálp.
NB: Í samband við vanda fyri skriðulopi. So er tað politiið, sum hevur ábyrgdina av at fólk verða flutt burtur.
Vit kunnu enda við at nevna, hvussu neyðugt tað er við skráseting. Alt millum himmal og jørð kann verða skrásett. Bátar, fólk, hestar, fjallmenn, lastbilar, kránabilar, gravkýr, bussar, jeepar og nógv nógv annað.
Á politistøðini er yvirlit yvir allar hagapartar í Norðoyggjum, har upplýsingar eru um eigarar, røktingarmenn og annað. Eisini liggur bátayivirlitið inni á teldu so tað skjótt kann fáast hendur á bátaeigarum, um tørvur er á tí.
Hetta er alt sum er gott at hava skrásett so tað fæst hendur á hesum um tað vónandi ikki gerst neyðugt.
Um spurningar eru til nakað av tí eg havi nevnt, so eru fólk frá teimum ymisku stovnunum til reiðar at svara spurningum. Eisini verður høvi seinni at spáka runt í høllini og har seta spurningar. Uttanfyri verður høvi at sýggja ymiska aðra bjargingarútgerð.

At enda skal eg takka Norðoya Bjargingarfelag fyri at teir hava tiki seg saman til at seta ljóskastaran á hetta sera tídningarmikla evnið, sum í seinna enda kann gavna okkum øll.