Hóast kappingin er byrjað, so er flytingargluggin framvegis ikki latin aftur. Hetta merkir sjálvandi, at vit hava tíð til at heinta fleiri leikarar, og í dag má sigast at ein profilur hevur skrivað undir. Karl A. Løkin hevur valt at komið aftur til okkum, eftir at hann hevur roynt seg í danska 2. deildar felagnum Næstved seinnu hálvu í fjør. Soleiðis skrivar ÍF heimasíðan í dag.
Arbeiðssami miðvallarin, sum kann renna sólina svarta, hevur skrivað undir tvey ára sáttmála, og fer hann sostatt undir sítt triðja skeið í ÍF búnanum. Umframt at verða sera arbeiðssamur og at røkja bæði offensivar og defensivar skyldur, legði Karl mál afturat sínum spæli í fjør, tí frá sínum leikluti á miðvøllinum skeyt hann 6 mál í 20 dystum fyri okkum. Karl hevur higartil umboðað besta liðið hjá okkum 103 ferðir, og hevur hann eisini spælt 3 landsdystir, umframt at hann hevur verið við á U17, U19 og U21 landsliðunum hjá Føroyum, skrivar ÍF heimasíðan.
ÍF spældi í 1. umfarinum javnleik móti Víkingi á útivølli.




