Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Karl: Ongin hevur spurt okkum eftir

Jóhann Lützen

Starvsfólk hjá IRF arbeiða saman við leiðsluni í Tórhavnar kommunu um at avtaka IRF, sigur Karl Johansen borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu

Málið um framtíðina hjá brennistøðunum í Føroyum hevur fylt nakað í miðlunum í seinastuni. Sáddur hevur verið ivi um brennistøðina hjá IRF á Hagaleiti, meðan røddir hava tala fyri at framtíðarinnar brennistøð skal liggja í miðstaðarøkinum. 

Karl Johansen er borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu og harvið størsti eigari í IRF, sum er ein interkommunalur felagsskapur sum allar kommunur í Føroyum eiga í felag, uttan Tórshavnar Kommuna. Vit hava spurt Karl um eina viðmerking til málið. 

– Eg føli tað sum um at málið vendur fullstændiga forkert. Starvsfólk hjá IRF saman við leiðsluni í Tórshavnar kommunu arbeiða við at avtaka IRF og Klaksvíkar kommuna sum størsti eigari í IRF er ikki eftirspurd. Málið má lýsast, vit fáa einki at vita, sigur Karl Johansen við Norðlýsið.