Tjaldrið er á veg inn við Karlamagnus. Sum skilst, so halda teir á Karlamagnus seg hava fiska lógliga, ímeðan teir á Tjaldrinum siga, at kunngerðin, sum Karlamagnus hevur hildið seg fiska eftir, ikki er komin frá landsstýrismanninum. Tá vit ringdu umborð á Karlamagnus fyri løtu síðani, hevði skiparin frívakt og var intørnaður. Vit fingu tí ikki tíðindini váttað, men hetta er helst støðan í løtuni. Tjaldrið verður á Klaksvík við Karlamagnus um fimmtíðina í morgin fyrrapart.




