Meðan føroyskir búskaparfrøðingar og politikarar leggja saman ráð fyri at taka pening úr fiski- og alivinnuni til alment forbrúk gera Evropeisku starvsfelagarnir í stjónarbýunum á evropeiska meginlandinum beint tað øvugta. Undir yvirskriftini: Hvussu kann ES fígging skapa nýggj arbeiðspláss og vøkstur í fiskivinnuni og teimum økjum sum liva av fiskivinnuni, varð skipað fyri stórari ráðstevnu í undir heitinum “BLUE INVEST –EU support to maritime regions”

Á ráðstevnuni vóru umboð fyri fiskivinnuna í øllum ES londum savnaði at greiða frá hvussu tey ætlað at brúka stuðul til fiskivinnuna frá ES. European Maratime and Fisheries Fund og European Fund for Strategic Investments vóru við á ráðstevnuni har endamálið er at skapa arbeiðspláss og framhaldandi vøkstur í fiskivinnuni.
Eisini varð lagt upp til samstarv millum stjórnir og lond um verkætlanir so peningaligi stuðulin verður brúktur á ein skinsaman hátt.
ES kommiserurin í fiskivinnumálum skrivar í tíðindaskrivinum at lutakarar vóruúr meira enn 200 fiskivinnuøkjum umframt íleggjar og ymiskit almennir og privatir stovnar.
Danska Landbúnaðar- og fiskimálaráðið gjørdi í summar avtalu við ES um 8,9 mia. í stuðli til danska landbúnaðin fram til 2020. Boðað verður samstundis frá avtalu við ES sum kemur at geva donsku fiskivinnuni aðrar mia. í stuðli frá ES og donskum. Danska fiskivinnan fekk tilsamans 1,8 mia. kr í almennum stuðli í 2013 harav 1 mia. kr. komu úr ES.
Tað er tanka vekjandi at í Føroyum er stuðul úr Danmark og stuðul til fiskivinnuna vorið eitt bann orð har flokkar hinvegin eru farnir at kappast um at at áleggja vinnuni tilfeingis gjald so politiska skipanin sjálv kann sleppa at ”bíta ella umfordeila” yvirskoti frá vinnuni har politiska skipanin heldur tað geva mestu nyttuna. Og vit vita øll at tað er serliga miðjan í landinum sum kemur at heysta ágóðan av tilfeingisgjaldinum.
Stuðulin til donsku vinnuna skal m.a. brúkast til at skapa nýggj arbeiðspláss og at marknaðarføra danskar fiskavørur – sum m.a. kappast við føroysku fiskaframleiðslu.