Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Karsten ætlar at loysa “Toll og Skatt” málið

John William Joensen

Sum Norðlýsið skilir er lítið sannlíkt at Toll og Skatt fer at byggja í Gøtu – og landsstýrismaðurin ætlar at bera skjótt at

– Eg havi fingið eina kunning frá stjóranum á Toll- og Skattstovuni og sum eg skilið so hevur hetta málið koyrt í klingur alt ov leingi.

– Eg havi ikki gjørt mær nakra niðurstøðu – men hon verður gjørd fyrst dagin, sigur Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri sera avgjørdur.

Tað var Bárður Nielsen landsstýrismaður í Fíggjarmálum sum avgjørdi at leggja deildirnar hjá Toll- og skatt í Klaksvík og Runavík saman og at nýggja deildin skuldi liggja í Gøtu.

Men áhaldandi trupuleikar við at útvega stovinum hølir í Gøtu hevur eftir øllum at døma gjørt at hendan ætlanin verður av ongum.