Í samrøðu við Útvarp Føroya seinasta hóskvøld, segði Karsten Hansen løgtingsmaður, at hevði gamla samgongan framvegis sitið við róðrið, so hevði avlop verið á fíggjarlógini fyri 2005, ella í ringasta føri høvdu inntøkur og útreiðslur verið líka stórar.
Nú er tað sjálvsagt altíð lætt at tosa, tá ein situr í andstøðu, tí eingin kann við vissu vita, hvussu ein fíggjarlóg hevði sæð út, um Karsten Hansen framvegis var landsstýrismaður við fíggjarmálum. Tó kann hvørki Karsten Hansen ella Tjóðveldisflokkurin renna undan hesum veruleikum:
1)
Í 1998 (tað árið tá Karsten bleiv landsstýrismaur) hevði landskassin eitt avlop á umleið 470 mió. krónur. Í 2003, sum var seinasta árið hjá Karsten Hansen í landsstýrinum, hevði landskassin eitt avlop á umleið 20 mió. krónur. Tað vil siga at avlopið minkaði við eini lítlari hálvari milliard tey árini, tá Karsten skuldi eitast fyri at sita tungt á kassanum.
2)
Frá 1998 til 2003 øktust rakstrarútreiðslurnar hjá landskassanum við 946 mió. krónum – tað vil siga at økingin var eina góða hálva millión krónur um dagin (tá er sunnudagur eisini taldur við). – Og tað var eitt landsstýri, sum segði seg arbeiða við "sjálvberandi búskapi".
3)
Í vár hevði Tjóðveldisflokkurin eitt alternativt fíggjarlógaruppskot, sum tó ongantíð varð lagt fyri tingið. Tað vísti eitt hall á 99 mió. krónur (569 mió. krónur verri enn í 1998).
Tað má sigast at vera undarligt, at hesin maðurin nú sigur seg liggja inni við øllum loysnunum, sum hann ikki dugdi at brúka øll tey árini, hann var landsstýrismaður við fíggjarmálum.
Kelda:
Heimasíðan hjá Sambandsflokkinum:
www.samband.fo




