Karsten Hansen svarar Annitu á Fríðriksmørk aftur, har hon, sambært Karsten, leggur hann undir fleiri ósannindi.
Annita góða, tað sær út til, at tú hevur greiðar ætlanir við tíni grein um meg. Eins og ávísir persónar hava roynt at framt karaktermorð á Høgna Hoydal, so tykist tað sum um, at tú ert farin á somu leið viðvíkjandi mær.
Fyrst sigur tú, at onki briksl skal koma frá tær, men so loypir ketan av og tykist hon ikki at koma uppá aftur.
Soleiðis sum eg lesi tína grein, er hon eitt langt og klárt bríksl, og tað sum verri er. Tú skrivar, at eg geri meg skyldugan í blasfemi – Gudsspottan! – sum jú er revsivert sambært revsilógini. Eg gangi út frá, at tú gert tína skyldu og meldar meg til fútan.
Tú skrivar eisini, at eg var við til koppa Heina O. Heinesen sum formann, hóast Heini var ímóti skrásettum paralag. Hetta er beinleiðis ósatt. Eg hevði ikki atkvøðurætt sum landsstýrismaður. Men hóast tað, umboðaði eg Norðoya Tjóðveldisfelag á fundinum, og har fekk Heini fulla undirtøku – eisini frá mær. Eg veit, at Høgni kann vátta, at Annita sigur ósatt, tá hon leggur meg undir at hava koppað Heina. Eg stuðlaði honum øll árini hann var á Føroya løgtingið
Viðvíkjandi fallinum hjá Heina, so var tað sum ikki einaferð, so hendi tað, at vinstrasosialistarnir í m.a. Suðurstreymoy høvdu mobiliserað seg fyri at fella Heina O Heinesen.
Tað er heldur ikki satt, sum tú skrivar, at eg ikki havi takkað Tjóðveldisflokkinum fyri stóra álitið hann hevur veitt mær ígjøgnum mong ár. Eg havi skrivliga í einum brævi stílað til flokkin, og munnliga á einum fundi við tingmanningina, takka fyri tað álit hann hevur víst mær. Harafturat havi eg í fjølmiðlunum givið til kenna, at eg havi verið takksamur fyri tað álit, sum Tjóðveldisflokkurin hevur víst mær hesi mongu árini, eg var virkin í flokkinum.
Viðvíkjandi mínum stuðli til Høgna Hoydal, er bert at siga, at hvørki uppskotið um 266b ella skrásett paralag komu í tingið tey seks árini vit sótu í Tinganesi. Eg helt eisini nógv av Høgna tá, og meti hann framvegis millum mínar góðu vinir, sjálvt um vit ikki altíð eru samdir. Tað sama er galdandi við tær og hinum av tingmanningini.
Annita fær tað at ljóða, sum eg, við míni avgerð at fara burturúr Tjóðveldisflokkinum, bríksli tjóðveldisfólki, at tey ikki hava tey kristnu virðini uppá pláss. Eg havi ongantíð nevnt, at tingmanning Tjóðveldisfloksins er ókristilig. Tað liggur mær so fjart at gjørt tað, og eri eg sannførdur um, at eg ikki fari at gera tað.
Eg veit eisini, og gleðist um tað, Annita, at tú sum ung hevur játtað trúgv á Jesus.
Tú nevnir hesa famøsu greinina um 266b, sum orsøkin til at eg takkaði fyri meg í Tjóðveldisflokkinum. Tað er púra rætt, men tað sum undrar meg nógv, er, at tú sjálv atkvøddi ímóti broytingaruppskotinum, sum gekk út upp á at verja øll menniskju móti happing – uttan mun til kynsliga orientering.
Tú skrivar í blaðnum Kvinna, eftir at tú hevur sitið í nýggju ár í landspolitikki, at málið viðv. 266b er títt størsta politiska avrik. Hetta var so orsøkin til, at okkara politisku vegir skiltust.
Eg havi tikið eina avgerð um, at fara úr Tjóðveldisflokkinum og havi meldað meg uppí Miðflokkin. Sannføringarnar, ið liggja aftan fyri hesa avgerðir eru mínar egnu, og eru gjørdar sambært mínum bestu fatan. Tað, at eg havi mína fatan merkir ikki, at eg vanvirði aðrar fatanir, soleiðis sum tú tykist at halda.
Til seinast má eg siga, at eg kenni meg ikki sørt happaðan av tí tú hevur skrivar, men tað eigur ikki at skilja okkum.




