Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Karsten Hansen: framtíðar ætlanir

Norðlýsið

Í einum av komandi døgum fer Karsten Hansen at kalla inn til tíðindafund, har hann fer at greiða frá hansara framtíðar politisku ætlanum.

Enn er ikki greitt hvørjar ætlanir Karsten Hansen hevur á politiska økinum. Men í næstum fer hann at kalla inn til tíðindafund, har hann fer at greiða frá hansara framtíðar politisku ætlanum.

– Eg havi ikki tikið endaliga avgerð um nær eg fari at kalla inn til ein tíðindafund, men eg vænti at tað verður ein av teimum næstu døgunum. Til tann fundin fari eg at greiða frá ætlanunum, sum eg havi viðvíkjandi míni framtíðar politisku ætlanum, sigur Karsten í stuttari viðmerking.

Av tí at ein ávís misskiljing var íkomin í fjølmiðlunum, um at Kartsten Hansen, ikki hevði tikið seg burturúr Tjóðveldisflokkinum, hevur hann fyri stuttum sent Norðoya Tjóðveldisfelag eitt skriv, har hann greitt sigur, at hann hevur tikið seg úr flokkinum.

– Eg sendi eitt skriv til Norðoya Tjóðveldisfelag mánadagin har eg greiddi frá míni støðu, og takkaði fyri tað álit sum flokkurin hevur víst mær tey 40 árini, ið eg havi verið aktivur í flokkinum.