Fyrispurningur til Hans Paula Strøm landsstýrismann: "Tørvur á bústøðum til fólk við menningartarni í Norðoyggjum".
Munnligur fyrispurningur
til
Hans Paula Strøm, landsstýrismann í Almannamálum.
Økisnevndin hjá Javna í Norðoyggjum hevur í brævið til Nærverkið gjørt vart við, at tað í Norðoyggjum er ein átrokandi tørvur á bústøðum til fólk við menningartarni.
Talan er um eini 5 fólk í aldrinum 20-55 ár sum hava tørv á bústaði nú beinanvegin. Flestu av hesum hava búð/búgva heima hjá foreldrum, sum nú antin er deyð ella eru komin so mikið til árs, at hesi ikki hava orku at hava tey búgvandi heima longur. Støðan er so mikið átrokandi hjá hesum fólkum at okkurt má gerast beinanvegin.
Er landsstýrismaðurin vitandi um álvarsligu støðuna hesi fólk eru í og hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera fyri at útvega hesum fólkum bústað?
Á Løgtingi, tann 23. oktober 2006
Karsten Hansen




