Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Karsten Hansen ónøgdur við gongdina í Toll&Skatt málinum

John William Joensen

Tað er sera óheppið fyri starvsfólk at tað dregur út at fáa greiði á hølisviðurskiftunum hjá Toll og Skatt, sigur landsstýrismaðurin í Fíggjarmálum í svari til Kára P. Højgaard.

Svar upp á fyrispurning frá
Kára P. Højgaard, løgtingsmanni

Løgtingsmál nr. S-49/2007: Viðvíkjandi Toll- og Skattstovu Føroya – Eysturoyar og Norðoya økið

Spurningarnir eru:

1. Verða ætlaðu bygnaðarbroytingarnar á Toll- og Skattstovu Føroya framdar, so deildirnar í Saltangará og Klaksvík verða niðurlagdar, og nýggj deild letur upp í Gøtudali?

2. Hevur landsstýrismaðurin somu áskoðan um fyrimunir og vansar við at niðurleggja tvær vælvirkandi høvuðsdeildir hjá Toll- og Skattstovu Føroya og flyta hesar út um fjølbygt øki?
3. Kann hugsast, at landsstýrismaðurin í staðin tekur stig til, at hesar báðar deildirnar halda fram har, tær eru í dag, og í staðin verða mentar og styrktar, so tær framhaldandi kunnu veita eina góða tænastu so nær borgarunum sum gjørligt?

4. Er nakað í nýggjastu tíðindunum, ið eru farin at ganga sum rótasúpan, at deildin hjá T&S í Saltangará ikki flytur í Gøtudal, men skal flytast heilt til Klaksvíkar?

Svar:

Ad 1.
Ætlaðu bygnaðarbroytingarnar á Toll- og Skattstovu Føroya, ið nú hevur broytt navn til TAKS eru framdar. Tær vórðu framdar í tíðarskeiðnum 2005 til 2006. Tó so, at TAKS er í støðugari menning, og verður fyrisitingin áhaldandi eftir tørvi tillagað broyttar umstøður.

Krøvini til almenna fyrisiting verða alsamt størri og størri. Hetta merkir, at illa ber til hjá smærri fyrisitingarligum eindum at halda neyðuga fakliga støði. Funnist hevur eisini verið at TAKS. Borgarar og virkir fáa ymisk svør, alt eftir hvørja deild hjá TAKS tey hava vent sær til. Orsøkin er ikki, at starvsfólkini ikki eru dunalig, men at skatta- og avgjaldsøkið í dag er so umfatandi, at ikki ber til hjá smáum fyrisitingarligum eindum at hava fulla vitan um øll viðurskifti á skatt- og avgjaldsøkinum. Hetta eru orsøkirnar til framdu bygnaðarbroytingarnar.

Um bygnaðarbroytingarnar kann í høvuðsheitinum sigast:

Í 2005 varð ein stjóri settur fyri Norðurøki, sum í løtuni fevnir um skrivstovurnar í Klaksvík og Saltangará.

Í Norðurøki er uttanlandasamskifti og øll løntakarlíkning savnað.

AD 2-4.
Viðvíkjandi spurninginum um hølisviðurskiftini hjá Norðurøki má ásannast, at tað enn ikki hevur eydnast at finna hølir, ið kunnu hýsa allari umsitingini hjá økinum. Eg eri samdur við spyrjaranum í, at tað er sera óheppi fyri starvsfólkið í økinum, at tað dregur út at fáa greiðu á hesum viðurskiftum. Eg arbeiði við spurninginum, og vóni áðrenn alt ov long tíð er gingin, at fáa endaliga greiðu á hølisviðurskiftunum hjá TAKS.

Argir, tann 11. mars 2008

Karsten Hansen
landsstýrismaður