Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Karsten Hansen setur fokus á badmintonhøllina

John William Joensen

Løgtingslimurin hevur í fyrispurningi á tingi aftur varpa ljós á badmintonhøllina í Klaksvík.

Mikudagin var málið um at byggja nýggja ítróttarhøll í Klaksvík upp at venda í løgtinginum.
Tað var norðoyatingmaðurin, Karsten Hansen, sum við fyrispurningi til landsstýrismannin í mentannarmálum, Jógvan á Lakjuni, vildi hava at vita um landsstýrið ætlaði at stuðla nýggju høllini.
– Tað kann ikki als ikki góðtakast at stigtakararnir til Badminton Høllina í Klaksvík ikki fáa svar frá landsstýrinum.
– Tað eru skilafólk sum hava arbeitt við málinum og tey hava svara øllum spurningum sum teimum hevur verið stillað.
–  Men nú hevur málið liðið næstan eitt ár í Mentannarmálaráðnum og tað kann als ikki góðtakast.
 
Gongd komin á
Fyrispurningurin hjá Karsten Hansen, skuldi svarast seinasta mikudag, men orsaka av jarðarferðini hjá Finnboga Ísakson var hendan viðgerin útsett og eftir øllum at døma hevur fyrispurningurin frá Karstin fingið gongd á málið.
– Síðani landsstýrismaðurin fekk fyrispurningin hevur umsitingin hjá landsstýrismanninum eftir øllum at døma rykt eftir málinum sum hevur verið hjá landsverk til ummælis.
– Eg eri haldi eisini at landsstýrismaðurin er positivur yvir fyri umsøknini men tað tykist vera partur av umsitingini sum ikki hevur hjarta fyri hesum málinum og tí var viðgerðin steðga upp.
 
Landsstýrismaðurin ivast
Í svarinum, sum landsstýrismaðurin gav frá tingsins røðarapalli, eftirlýsti landsstýrismaðurin greiðar reglir viðvíkjandi stuðuls játtanum.
Jógvan á Lakjuni vísti á at tað er sera ymiskt hvussu landið stuðlar og at hetta var óheppið.
Hann helt at stuðulsjáttanir áttu í stóran mun at veri nýttar til útjaðaran.
– Vit hava m.a. dømi um høllina á Eiði sum bleiv bygt uttan almennan stuðul samstundis sum landið stuðlaði bygging av eini rossa høll í Havn.
Hann lovaði at hann fór at viðgera málið skjótt.
 
Karstin sleppir ikki málinum
Karstin Hansen sigur við Norðlýsið at hann ætlar at fylgja málinum soleiðis at tað far røttu viðgerina.
– Eg haldi at tað hevði verið rímuligt um landið lat 30% í stuðli til høllina í Klaksvík.
– Stigtakararnir søktu um stuðul frá landinum í oktober mánaða í fjør og tí fari eg at fylgja væl við hvat hendir í málinum, tí tað hevur stóran týdning at ein høll verður bygt í Klaksvík.
 

Harleyfacadeacryl