Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Karsten Hansen stillar ikki upp

John William Joensen

– Tað hevur verið eitt ávíst trýst á meg um at stilla upp til býráðið, men eg haldi tað vera skeivt at stillað upp, nú eg eri valdur inn í løgtingið, sigur Karsten Hansen

Miðflokkurin hevur gjørt eina roynd at stilla upp til býráðsvalið í Klaksvík og sambart Karsten Hansen hevur hann fingið fleiri áheitanir.

– Eg fekk eitt sera gott løgtingsval har meira enn 400 fólk í norðoyggjum valdu meg á ting.

– Tí vóru tað fleiri, sum hildu at eg átti at stillað upp til býráðið í Klaksvík, men eg havi gjørt av ikki at taka við uppstilling.

– Sum eg skiljið, so merkir hendan avgerðin at heldur eingin listi frá Miðflokkinum verður til býráðsvalið í Klaksvík.

Vinmaður borgarstjórans?
Tað er eingin loyna at Karsten Hansen og borgarstjórin, Steinbjørn Jacobsen eru sera væl, og tað hevur ljóðað at teir hava eina avtalu sína millum.

– Eg og Steinbjørn eru væl og hava havt nógv saman í mong ár, men tað hevur als einki við sakina at gerða.

– Eg tók longu avgerð í 1998 um ikki at stilla upp til býráðið og eg eri púra avkláraður í hesi søk.

– So ella so kenni eg tað at ein eigur ikki at misbrúka tað álit, sum ein hevur fingið frá veljarunum og tí er rættast at halda seg til uppgávurnar í løgtinginum.