Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Karstin hevur hildið málið reint í 6 av 10 landskappingardystum

(
John Færø)

Hóast nøkur lemjandi stórtap so vísa hagtølini, at KÍ higartil í ár hevur hildið málið reint í 6 av 10 landskappingardystum, svarandi til 60%, sum er tað mesta hjá felagnum, síðani 1. deild varð skipað í 1976!!

Higartil í ár hevur KÍ fingið nógv út yvir sín kropp fyri nøkur lemjandi stórtap, fyrst í steypakappingini og síðani eisini í landskappingini, har B36 hevur verið stóri fortreðgerarin hjá KÍ.

Hinvegin vísa hagtølini, nú 10 av íalt 18 landskappingarumførum eru leikt, at KÍ hevur vart málið sera væl í nógvum av dystunum, ja enntá so væl, at tað eftir øllum at døma er met, síðani 1976, tá 1. deild avloysti meistaradeildina, sum fremsta deildin hevði verið nevnt til tá.

Út frá hagtølum av heimasíðuni hjá KÍ (www.ki-klaksvik.fo) eru vit komin til fylgjandi yvirlit yvir dystir síðani 1976, har KÍ hevur megnað at hildið málið reint:

1976  1 av 12 dystum =   8%
1977  3 av 12 dystum = 25%
1978  3 av 12 dystum = 25%
1979  3 av 14 dystum = 21%
1980  4 av 14 dystum = 29%
1981  3 av 14 dystum = 21%
1982  6 av 14 dystum = 43%
1983  4 av 14 dystum = 29%
1984  0 av 14 dystum =   0%
1985  7 av 14 dystum = 50%
1986  4 av 14 dystum = 29%
1987  3 av 14 dystum = 21%
1988  3 av 18 dystum = 17%
1989  3 av 18 dystum = 17%
1990  3 av 18 dystum = 17%
1991  5 av 18 dystum = 28%
1992  5 av 18 dystum = 28%
1993  9 av 18 dystum = 50%
1994  4 av 18 dystum = 22%
1995  2 av 18 dystum = 11%
1996  6 av 18 dystum = 33%
1997  4 av 18 dystum = 22%
1998  5 av 18 dystum = 28%
1999  5 av 18 dystum = 28%
2000  3 av 18 dystum = 17%
2001  3 av 18 dystum = 17%
2002  6 av 18 dystum = 33%
2003  6 av 10 dystum = 60%!! (higartil)

Spennandi verður at síggja, hvussu henda gongdin fer at verða í seinnu leikhálvu.


 

Harleywoodpaint