Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Karstin umhugsar sína støðu

John William Joensen

Karstin Joensen sigur at hann hevur frætta at Jákup kemur heim til Klaksvíkar.

– Eg má siga at eg eri keddur um at KÍ ikki sigur hetta við meg áðrenn eg frætti hetta sum slatur í býnum.
. Teir hava als ikki nevnt hetta fyri mær og hetta kemur óivað at ávirka mína støðu til KÍ.
Annars ynskti Karstin Jákupi vælkomnum aftur til felagið, men sum sagt hevði hann ikki tikið nakra avgerð um hvørt hann nú fór at taka av tilboðnum úr Fuglafyrði ella ikki.
–  Eg havi sum sagt einki ímóti at Jákup kemur aftur, men eg eri ótrúliga skuffaður av mátanum sum eg frætti hetta upp á, tí sum sagt hevur hetta als ikki verið inni í samráðingunum millum meg og KÍ.