Heimskendi, danski bólkurin, Kashmir, góvu nýggja fløgu út tann 18. Mars, ið kallast E.A.R., og í hesum sambandi hava teir verið á Europeiskari Konsertferð. Hendan konsertferðin endar í Mentanarhúsinum í Fuglafirði komandi fríggjakvøld tann 17. mei kl. 21.00, har einans 400 fólk sleppa at njóta hesa stórslignu konsert.
Kashmir í Mentanarhúsinum komandi fríggjakvøld kl. 21.00
Heimskendi, danski bólkurin, Kashmir, góvu nýggja fløgu út tann 18. Mars, ið kallast E.A.R., og í hesum sambandi hava teir verið á Europeiskari Konsertferð. Hendan konsertferðin endar í Mentanarhúsinum í Fuglafirði komandi fríggjakvøld tann 17. mei kl. 21.00, har einans 400 fólk sleppa at njóta hesa stórslignu konsert.
Teir skuldu byrja konsertferðina tann 23. Mars í Falconer Salen í Keypmannahavn, men konsertin var útseld eftir stutta tíð, og tískil var eykakonsert tann 22. Mars. Hareftir skuldu teir spæla í Aarhus Musikhus tann 4. apríl, men her máttu teir eisini seta eina eykakonsert dagin fyri, t.v.s. tann 3. apríl. Tann5. Apríl var tann seinasta konsertin hjá Kashmir í Danmark, har teir spældu í Aalborg Kultur- & Kongrescenter, síðani gekk leiðin til Hamburg, Nijmegen, Amsterdam, Cologne, Bruxelles, Zurich, Munchen, Wien, Berlin, Oslo, Helsinki, Stockholm, Malmø og sum áður sagt, til seinast verður konsertin í Fuglafirði fríggjakvøldið tann 17. mei kl. 21.00. Konsertin í Mentanarhúsinum er, sum áður sagt, tann seinasta, áðrenn teir fara at spæla á ymsum festivalum kring Europa.
Halgidagslógin mundi forpurra konsertina
Konsertin skuldi frá byrjan verða leygarkvøldið tann 18. Mei kl. 20.00, men ein ávaring kom frá politinum um, at ikki var loyvi at hava konsert í Mentanarhúsinum eftir kl. 18.00 dagin fyri hvítusunnudag, tí hetta stendur í halgidagslógini, ið er næstan 100 ára gomul. Kashmir høvdu frammanundan boðað frá, at tað ikki lat seg gera at koma til Føroya at hava konsertina fríggjakvøldið tann 17. Mei, so tað stóð á gomlum nøglum eina løtu. Eftir 6-8 telefonsamrøður og nógv teldupost samskifti kundu Kashmir boðað frá, at teir gjarna vildu strekkja seg fyri at klára at hava konsertina í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Tað var sera heppi, at ein politistur boðaði frá hesum beinanvegin, tí høvdu boðini komi seinni, er stórur møguleiki fyri, at konsertin ikki hevði verið á hesum sinnið.
Fyrsta konsertferð við sitikonsertum
Talan er um eina sitikonsert í Mentanarhúsinum, og hetta er fyrstu ferð Kashmir royna seg við at hava sitikonsertir. Kashmir hava alla sína egnu útgerð við sær frá konsertferðini, og brúka 2 dagar uppá klárgerð av konsertini í Fuglafirði, so talan verður púra greitt um eina stórsligna konsert, har tað ikki verður spart uppá nakað. Hetta er eisini fyrstu ferð, at Mentanarhúsið roynir seg við 400 sitiplássum, men hetta gongur ikki útyvir góðskuna hjá áhoyrarunum, tí salurin er uppbygdur soleiðis, at øll síggja væl og ljóðið er sett saman til allar áhoyrarnar.
Útgávukonsert, og tó ikkiKonsertferðin hjá Kashmir er í samband við nýggju útgávuna E.A.R. ið kom úttann 18. mars í ár. Tí er talan um eina útgávukonsert, men á konsertunum í Falconer Salen í mars mánaða, spældu teir væl yvir 2 tímar og sjálvandi nógv av teirra allar størstu hittum, tískil koma vit ikki einans at hoyra sangir frá nýggju fløguni. E.A.R. fløgan er sera væl móttikin ímillum áhoyrarnar, og kanska serliga hevur sangurin “Seraphina” verið tað stóra hitti. Ummælarin hjá Gaffa, Finn P. Madsen, gav nýggju fløguni 5 av 6 stjørnum.
Einans 180 atgongumerki eru eftir til konsertina, og kunnu tey keypast á Torginum í SMS ella í Mentanarhúsinum mikudagin 15. Mei og hósdagin 16. Mei frá kl. 10.00 – 18.00.
Í løtuni fer sølan fram áwww.eBillett.fo, Haraldsen og FK í Fuglafirði, og í Kunningarstovunum í Tórshavn, Klaksvík og Runavík, men hetta letur aftur mikudagin 15. mei kl. 12.00.
Leinkja til tiltakið á Facebook er her: http://www.facebook.com/events/489944721062299/
Leinkja til Mentanarhúsið á Facebook er her: http://www.facebook.com/Menthus
Almenna Kashmir heimasíðan:www.kashmir.nu