Katrin Petersen var fødd í Klaksvík ein sunnudag, t. 23. okt. 1948. Hon var yngst av børnunum hjá Turið og Sámal Petersen. Best kendu vit Sámal sum Sámal lærarin. Elst av børnunum hjá Turið og Sámal var Hanna, aftan á komu dreingirnir Jallgrímur og Petur.
Katrin Petersen var fødd í Klaksvík ein sunnudag, t. 23.okt. 1948. Hon var yngst av børnunum hjá Turið og Sámal Petersen. Best kendu vitSámal sum Sámal lærarin. Elst av børnunumhjá Turið og Sámal var Hanna, aftan ákomu dreingirnir Jallgrímur og Petur. Barnaheimið hjá Katrin á Biskupsstøðminnast vit fyri góðsligar og innigóðarkarmar. Turið, við síni sáttligu og fløvandi medferð, fekk genturnar í grannalagnum at kenna seg so vælkomnar. Barngóð burturav var Turið, ið ættað var úr Svíni. Sámal, sumikki segði so nógv, vistu vit, var tónlistamaður og gjørdi so beinrakin ogyndislig løg. Tað hendi seg meiri enn so, at vit vóru millum tær fyrstu, ið dugdu nýkomponeraðu sangstrofurnará løgunum, hann gjørdi. Vit fingu tær inn í oyrað, tá hann streyk eftirviolinstreingjunum inni í arbeiðsrúminum. Sámal var so fjølbroyttur, stjórnaði sangkóri og Klaksvíkar Hornorkestri, sat í sóknarstýriog á løgtingi og var íðin granskari úti í føroysku natúruni. Í kjallaranumhevði hann eitt rúm við útstappaðum fuglum, ið hann lærdi okkum nøvnini á. Taðvar ein áhugaverdur pápi, hildu vit, sum á sín serliga, hugfarsliga hátt legðipípuna frá sær og greiddi okkum forvitnu óvitum frá smáfugli sum rovfugli.
Í barnaárunum var heimur okkara Biskupsstøð – alt var sovandaleyst, og stóra verðin lá uttanfyri. Vit børn spældu nógv, bæði innan- oguttanduraspøl. Einki órógvaði sum í dag, og vit keddu okkum ongantíð. Samvera og spæl varhjartatátturin í uppalingini og menningini. Biskupsstøð blómaði, har var altuttan um okkum , – bókasavnið, bókhandilin, krambúðin, klædnabúðin, kolgarðurin, bátabrúgvin í fjøruni, víði bøurin hjáJákup bónda og høsna- og kalkungarðurin hjá Hans bónda. Ja, tað var eittyðjandi lív við øllum tí, vit stóðu saman um og hildu vera heimsins nalva.
Katrin búði á markinum millum Ziskatrøð og Biskupsstøð.Longu sum smágenta var hon ein partur av gentuhópinum, har vit spældu. Umjóltíðir fóru vit til jólatræ og fleiri ferðir um árið vóru føðingardagar, harvit vandaliga spældu smáar ”komediur” og framførdu fyri gestunum. Tað kundihenda, at vit høvdu gott fylgisspæl afturviðeisini. Bindiskúlin í Emmaus hvørja viku var eitt ”must” og túrarnir út í Grøv um summarið, har vit vassaðu og tvassaðu.Hetta vóru árini við donsku, ljósareyðu Puk-bókunum við Christell tekningum,vøkrum eskjum við glansbíløtum í og fellibók. Og vit savnaðu bunkar avvøkrum serviettum, sum so óbrúktir vórugoymdir og taldir upp við hvørt. Vitkappaðust um at savna sodavatnsproppar frá Føroya Bjór við tølum í undirtundrinum. Vit býttu um, so vit fingu røttu raðfylgjuna frá 1 til 10 og kunduso vera við í lutakasti um ein sodavatnskassa. Hetta vóru minniligir dagar. Umfermingaraldur fekk man egið kamar, carmen curlers stóðu á kommoduni og ornaðu,og kjólarnir tódnaðu. Romanbløðini sløgdust á náttborðinum, og brævakassin hjáTove Ditlevsen í Famile Journalinum varð dúgliga lisin og stjørnurnar við, -hvat mundi fara at henda í næstu viku ella seinni í árinum. Vit lósuromanbløðini og tey vaksnu ”Det bedste”. Príslistin frá Daells Varehus, Messen, Candor og Sport, alt hetta tóku vit til okkum. – Jú, hetta vóru vit felags um. Og vit samlaðu silvurbestikk frá LeiviEllingsgaard og Eilif Arge, tí einaferð vildu vit borðreiða við blonkum knívumog gaflum sum aðrar klaksvíksfrúur.
Katrin gekk tveir flokkar undan okkum og fekk tí ómetaliganstóran týdning sum slóðari og vegleiðaritey fyrstu trilvandi fetini inn í ungdómsheimin. Tað var serliga spennandi, táhon fór at arbeiða á posthúsinum, meðan vit enn ”bara” gingu í skúla. Stuttligtvar at fara inn til hennara um kvøldarnar at práta, tí Katrin átti ein lítlanplátuspælara. Hugnaløturnar vórðu ballaðar inn í mjúku røddina hjá CliffRichard og eisini Pat Boone. Katrin hevði ein mammubeiggja yviri í Canada, iðhon við hvørt fortaldi okkum um, eina mostir á Bornholm og eina úti í Heiðunum,sum var so blíð og týð at vitja. Hon var jarðamóður, átti hvørki mann ellabørn. Og har sluppu vit at gera sum okkum lysti. Ja, slíkt situr eftir og svararaftur í dag !
Sámal Petersen gjørdist eitt skifti landsstýrismaður. Táfluttu Turið við Sámal sjálvsagt til Havnar. Ferðasambandið kann ikkisamanberast við tað í dag, men í vikuskiftum fóru vinkonurnar hugagóðar viðPride suður at vitja, – hurðin til ungdómsheiminstóð nú víðopin, og Katrin´sa vinir vóru okkara vinir. Ræsur gjørdist rúmari, og útlongsul gjørdi segeisini galdandi millum okkum gentur á Biskupsstøð, og hjá Turið og Sámal úti íTinganesi og Brøttulíð var sami blíðskapur sum í Klaksvík. Í 1968 hitti KatrinHera , ið gjørdist maki og stuðil hennara alt lívið.
Katrin fór á Ryslinge Háskúla og í fylgi við henni Dorahjá Eli Nolsøe. Tann ”ferðandi háskúlin”var eisini nakað, ið hugtók Katrina, og hon gekk við lív og sál upp í tannpartin av háskúlarørsluni. Tankin búnaðist meir og meir at gerastbarnagarðslærari, sum tað kallaðist tá. Í 1973 var hon liðug við skúlan og stóðvið prógvi í hondini og virkaði nøkur ár í DK innan tað starvsøkið, meðan Herigjørdi seg lidnan við sína útbúgving.
Tá Katrin og Heri fluttu heim til Føroyar, tók hon viðstarvi sum leiðari fyri dagstovnin í Hoyvík. Í 17 ár greiddi hon tann setningintil lítar. Tá Tórshavnar Kommuna í ár 2000 setti Barna- og ungdómsdeildina ástovn, varð Katrin settur leiðari. Samvitskufult røkti hon starvið við sínibreiðu vitan og sunnu hugsjónum, eisini tá sjúkan gjørdi seg inn á hana. Hontók dystin upp við hendan miskunnarleysa óvin, fekk hann í fleiri umførum íandglettin, men nú fekk hann so seinasta orðið.
Seint í fjør segðiKatrin seg úr starvi. Tað var vorðið ov krevjandi hjá henni í landsins størstukommunu at umsita hetta starv, ið var í so støðugari menning, meðan sjúkangjørdist meinari og meinari.
Í okkara dagbókum gongur Katrin nógv aftur. Tað er einkiat siga til, tí tú vart so serlig ogviðkomandi Lesihugaðar vóru vit allar tríggjar, læntu bøkur frá hvør aðrari,ummæltu tær og fylgdu væl við, tá John Reid hevði sett nýútgávur upp áhillarnar á bókasavninum. Ja, tá vóru gentubøkur gentubøkur og einki annað enntað !
Vit syrgja missin av tær, Katrin góða. Í sjúkutilgongdinihevði tú sanniliga tað sama kærleiksfulla yndið, ið altíð sermerkti teg.Meinast er missurin hjá Hera, Høgna og Bjørt og systkjunum hjá tær.
Deyðin fekk seinasta orðið, men blíða brosið var allatíðina har. Tað fekk sjúkan einki gjørt við. Og vit minnast tað, Katrin,brosið, og unna tær eina sæla og góða hvíld eftir drúgvar dystir og bakkøst.
Tá tú vart borin út úr Havnar kirkju sunnudagin, og orglið á loftinum spældi fittu løgini hjá Sámal Petersen:Morgunroðin lýsir og Ein firvaldur í góðum lag, var tað, sum um man var aftur áBiskupsstøð eina løtu. Sera beinrakið, at tú vart borin út við so vøkrum tónumhjá pápa tínum.
Friður verði við minninum um Katrin hjá Sámal.
Ruth og Polly




