Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Katrin Jacobsen fekk Ársins Rósu

Oliver Joensen

 Veðurgudarnir vóru ikki við, tá tiltakið Jólaskipið og Ársins Rósa fór av barkastokki í kvøld, men hóast tað, so var ein lítil skái tá heiðurshandanin fór fram.

Tað var Katrin Jacobsen, sum í skjótt eitt mannaminni hevur lagt lív og sál í Klaksvíkar Fimleikarfelag. Tað var borgarstjórin, Jógvan Skorheim, ið handaði heiðurin og segði nøkur ár. Katrin fekk eina stóra blómukurv við eini rósu í, eina Mikalinuskál, sum er framleidd til høvið og eina peningagávu uppp á 15.000 krónur, sum BankNordik, P/F Hvalnes og Klaksvíkar Kommuna hava latið í felag.

Føroya Sjómannadagur stendur aftanfyri tiltakið, og tað eru serstakliga teir á línu- og garnaskipinum Ågot, ið draga tunga lessið hendan dagin

Her nakrar myndir frá hátíðarhaldinum í kvøld, meira um tiltakið seinni: