Katrin Kallsberg, framsøgufólk fyri Tjóðveldi, vísti á í síni framsøgurøðu í sambandi við aðalorðaskiftið um sjúkrahúsverkið, at bara tað at gera eina skurðviðgerð krevur nógv starvsfólk, sum øll gera sína uppgávu.
Katrin Kallsberg, framsøgufólk fyri Tjóðveldi, vísti á í síni framsøgurøðu í sambandi við aðalorðaskiftið um sjúkrahúsverkið, at bara tað at gera eina skurðviðgerð krevur nógv starvsfólk, sum øll gera sína uppgávu. Men áðrenn sjúklingurin kemur so langt, er eitt stórt forarbeiði gjørt, sum onnur starvsfólk hava verið partur av. Hon helt tað vera ein fyrimun, at allir hesir mongu starvsbólkarnir verða partur av somu organisatión.
Men hon helt tað eisini vera umráðandi, at henda samskipanin verður gjørd á rættan hátt.
”At flyta millum støðini í heilsuverkinum kann bæði vera gott og ringt. Tað kann vera mennandi, men tað kann eisini brúkast til at ”tveita fólk runt” fyri at fáa eina starvsfólkakabal at ganga upp,” segði hon.
Annars fegnaðist Katrin Kallsberg um, at tey 25 tilmælini í álitinum um sjúkrahúsverkið eru so ítøkilig, og hon fegnaðist eisini um, at endurvenjingin verður styrkt.
Viðvíkjandi tí at fáa nóg mikið av starvsfólkum segði Katrin Kallsberg, at tað er millum annað ein spurningur um løn.
”Síðani læknalønirnar í Íslandi hækkaðu, hevur Landspitalið ikki havt trupulleikar við at fáa starvsfólk,” segði hon. Hon helt tó at tað er ein málslig avbjóðing at fáa útlendskar læknar hendavegin.
”Tað hevur stóran týdning, at sjúklingurin kann samskifta við læknan,” segði hon.




