Beint niðanfyri Christianskirkjuna stendur hendan kavakvinnan og hyggur at parkeraðu bilunum.
Í vetur, t.v.s. veturin 2002-2003 fer Norðlýsið at skipa fyri kapping um størsta og vakrasta kavamannin.
Tað er helst í nátt ella í gjárkvøldið at ungdómar hava bygt henda snotiluga "kavamannin", tí tað ber ikki til at kalla hetta fyri man, tá tað í veruleikanum er ein kvinna.
Kavakvinnan er einar tríggjar metrar høg og sera snotulig at síggja til.
Vit á Norðlýsinum hava avgjørt at fara undir eina kapping í vetur um størsta og vakrasta kavamannin, kvinnuna ella onkran annan kavaskulptur.
Tað einasta vit hava lagt fast higartil, at vit hava okkara egna fólk at máta hæddina. So tey, sum hava gjørt ein vakran og stóran "kavaskulptur", skulu bert siga Norðlýsinum frá, so koma vit at máta upp, men bert í Norðoyggjum sjálvandi og harafturat taka vit myndir.
Til várs er so ætlanin at seta eina dómsnevnd at taka støðu vil hvør er vakrastur og hvør er størstur, og treyðugt so, verður eitthvørt at vinna.
So er bert at fara ígongd og vit heita samstundis á tey sum fara undir eitt slíkt tiltak, at seta kavamannin soleiðis at hann ikki er til ampa fyri nakran og eisini at siga okkum á Norðlýsinum frá tá listaverkið er liðugt, so vit kunnu máta upp og taka myndir.
Annars verður nærri frágreitt í Norðlýsinum fríggjadagin.




