Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kavarar útbúgva seg í Føroyum

Jóhann Lützen

Føroyska kavaravinnan er í einari rúkandi menning. Eftirspurningurin eftir kavarum við hóskandi førleikum og útbúgvingum veksur í hvørjum

 

Vinnukaving hevur seinastu árini flutt seg frá at vera ein hjástarv hjá nøkrum fáum, til at vera eitt fulltíðarstarv hjá alsamt fleiri og fleiri. Í dag arbeiða áleið 35 vinnukavarar í alivinnunni og  5-8 kavarar í byggivinnuni. Harumframt eru áleið 15 kavarar tilknýttir tilbúgvingunum bæði á sjógvi og landi.

Av tí at uppgávurnar, ið kavarar loysa gerast støðugt meira avbjóðandi hava 8 føroyskir kavarar valt, at fara undir eina tilgongd har teir uppstiga prógv síni frá froskmanni til slangukavara.

Slangukaving er tað man fyrr eisini kallaði fyri tungkaving.  

Á myndini síggja vit unga vinnukavaran Eli Hansen umborð á bjargingarbátinum Ziska hjá Norðoya Bjargingarfelag, áðrenn eitt venjingarkav niðurvið Norðhavnini. Eli arbeiðir sum kavari, hjá kavarafyritøkuni Kav Sp/f í Klaksvík.

Harleywoodpaint