Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kavarudding: …hygg kavin hann er komin…..

John William Joensen

Tíbetur hava vit ikki havt eins nógvan kava, sum aðrastaðni, men tó er nógvur kavi komin niður her norðuri

Norðlýsið var ein biltúr í býnum við myndatólinum týsdagin um døgurðatíman, og tá var sera vakur kavaveður í Klaksvík.
 

Vegadeildin.
Andras Joensen á vegadeildini hjá Kommununi sigur at tað hevur gingið sera væl higatil við kavaruddingini.
Kommunan hevur í løtuni tvær maskinur og  eina lítla maskinu sum við plógva rudda kava av vegum og gongubreytum.
“Støðan her norðuri er bara góð í løtuni og vit merkja heldur ikki nógv til at fólk ringja til okkara, sum tað annars plagar at verða tá nógvur kavi er.
Ein afturvendandi trupuleiki er tó at lastbilarnir í býnum tykjast at verða alt ov illa skøddir.
Tað kemur næstan ikki fyri at tú sært ein lastbil við ketum, og tað hevur tí ofta verið boð eftir okkum at hjálpa neyðstøddum vøruvognum og lastbilum.”
Andras sigur at teir brúka eisini salt í arbeiðinum at rudda kava, men at hetta einans verður brúkt í brekkum.