Tað hevur verið trupult at vant hesa vikuna og tað er harmiligt, nú týdningarmikil dystur er á skránni sunnudagin, sigur venjarin hjá KÍ.
Mikkjal K. Thomassen letur illað at fyrireikingunum hjá KÍ hesa vikuna.
– Tað bar ikki til at venja í kvøld, tí vøllurin var undir í kava. Fyrr í vikuni hava vit heldur ikki kunna vant undir nøktandi umstøðum. Hetta er seinasta vikan áðrenn fyrsta dystin í landskappingini, og tað er ein sera óheppin støða, tí vit vita ikki, um vit fáa vant í morgin og ovurmorgin. Vit kanna, um tað ber til at læna vallarpláss aðrastaðni, sigur venjarin.
Men skilir tú ikki, at vegir o.a. fáa hægstu raðfesting, tá tað knappliga kemur so nógvur kavi niður?
Jú, eg haldi at vegir eiga hægstu raðfesting, um neyðugt er at raðfesta. Men tað harmar meg, at kommunan, í annars er so frammarliga á øllum økjum, ikki hevur orku til at rudda vøllin. Mín vón er, at kommunan í framtíðini útvegar sær neyðugu amboðini til kavarudding soleiðis, at tað ikki verður neyðugt at raðfesta millum vegirnar og vøllin, sigur venjarin hjá KÍ at enda.
KÍ spælir sunnudagin í Gundadali móti HB í fyrsta umfarinum í landskappingini.



