Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KBI keypir fyritøkuna Tín Lásasmiður

Jóhann Lützen

KBI hevur keypt fyritøkuna Tín Lásasmiður, sum merkir, at KBI nú eisini kann bjóða sínum viðskiftafólkum eina víðfevnandi røð av lásaskipanum.

 

 

Tín Lásasmiður var stovnað í 2020 av Marjusi Hansen, ið frammanundan hevði fleiri ára royndir sum lásasmiður í Føroyum. Síðan stovnan hevur fyritøkan veitt lásaskipanir til fleiri stórar verkætlanir – eitt nú kann nevnanst Eysturoyar- og Sandoyartunlarnar.

”Hettar er ein liður í at vaksa um virksemið hjá KBI sum veitari til vinnuna í Føroyum. Við framkomnum lásaskipanum kunnu vit nú bjóða okkum fram sum undirveitari hjá byggivinnuni til stórar og smáar byggiverkætlanir” sigur Rói Clementsen, stjóri í KBI.

Tín Lásasmiður verður nú løgd saman við KBI, har Marjus Hansen kemur at mynda nýggju lásadeildina.

“Vit fegnast um at bjóða Marjusi Hansen vælkomnum í starvsfólkahópin hjá KBI. Tá ið tað snýr seg um lásaskipanir, so hevur hann ikki sín javnlíka, og hetta fer avgjørt at gagna viðskiftafólkunum hjá KBI” leggur Rói afturat.

KBI hevur í hesum viðfangi eisini fingið løggilding at umboða Ruko-lásaskipanir. Ruko er kent víða, og tey, sum kenna Ruko, vita, at hetta er ein hin fremsti framleiðarin av lásaskipanum – og úrvalið fevnir um alt frá mekaniskum loysnum til tær framkomnastu, elektrisku trygdarskipanirnar.