Keisaraskurður økir vandan fyri, at lívmóðurin má takast, um kvinnan verður við barn aðru ferð, vísir ein kanning hjá bretskum granskarum.
Tí verður heitt á kvinnur, ið eru við barn, at hugsa seg væl um, áðrenn tær ynskja keisaraskurð.
Fyri hvørjar 1.300 kvinnur, sum fáa keisaraskurð, má lívmóðurin takast næstu ferð, kvinnan verður við barn. Eftir tveir keisaraskurðir økist vandin til eina kvinnu fyri hvørjar 220 kvinnur. Orsøkin er, at eftirburðurin hevur lyndi til at vaksa skeivt, tá arr eftir keisaraskurð er á lívmóðurini, og tað kann elva til óhepnar bløðingar.
Kelda: DR




